HEIM
23.01.2018

Rundkoyring úr sævarmálanum

Í dag kom ítøkiliga fráboðanin um, at rundkoyringin í Rókini er ávegis. Fyrstu steinarnir eru komnir upp úr sjóvarmálanum (myndin), eftir at grótbátar í eina tíð hava siglt við gróti av Strondum yvir í Rókina. Grótið kemur úr Tangafjarðartunlinum. Tunnilin er nú sprongdur oman um rundkoyringina (í tunlinum) og sett er á bergið niðan aftur ímóti Rókini. Væntað verður, at grótflutningurin til rundkoyringina uppi á landi verður liðugur einaferð í mars mánaða.

Eftir tað skal grót flytast Nes- og Runavíkar kommunu. Tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin gjørdu fyri rúmari tíð síðani sáttmála við Tunnilsfelagið, har alt grótið, sum kemur upp á land Eysturoyarmegin, verður býtt ímillum kommunurnar soleiðis, at RK fær 58%, NK 22% og SK fær 20% av grótinum.

Í førinum hjá Runavíkar kommunu ber til at leggja grótið í fleiri støðum, men roknað verður við, at stóri parturin skal brúkast sum uppland norðanfyri Oljubryggjuna og undir Heimistovubønum á Glyvrum. Aðrir møguleikar eru á Skála, í Søldarfirði og úti í Rókini, eystanfyri rundkoyringina, sum nú er í gerð.