HEIM
27.06.2008

Runavíkin skrivar søgu

Ítróttarfólk og skótar úr Runavíkini hava í kvøld, skrivað søgu við fyrstu Karnevalsgonguni nakrantíð í Føroyum.

Talan er um eitt einastandandi væleydna tiltak, har ikki annað kann sigast enn at allir limirnir vóru sera væl fyrireikaðir.

Nógv fólk var savnað á stevnuøkinum, tá Karnivalsgongan loksins kom inneftir Heiðavegnum.
Ein langur ormur, chekkaðar dullir, guliganz, NSÍ kapprógvarar og eitt stórt legu gyldið.

Øll um at skapa ein stóran karnival, sum skrivaði søgu á Eystanstevnu 2008 við buldur og brak.