HEIM
06.05.2016

Runavíkin mennist og rúmkast

(Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, flutti fram hesa røðu, tá sambýlið á Blikagøtu lat upp)

Tað eru bara tey fáu, sum sleppa framat tí framíhjárættinum at vaksa upp í einum øki, sum áhaldandi flytur seg mennandi fram á leið. Fyri hálvari øld síðani var hesin syðri eystari armurin á Skálafjørðinum í stóran mun íbúðarøki hjá traðarmonnum og teirra familjum, spjødd kring um í økinum í stórari fjarstøðu, í gerðum og á traðum, har tey breyðføddu seg við kúgv, fenaði, útróðri og onkrum handans arbeiði annars, sum var til at taka. Um hesa tíðina stíga stórir hugsjónarmenn fram í ljósan dag, í vinnu, skúla og býarætlan, teir síggja stóru møguleikarnar í økinum, á sjógvi og landi, og liggja ikki á boðunum. Ein balkaniseraður traðarkulturur skal gerast ein býur tey næstu nógvu árini. Tað hevur verið eitt sjáldan privilegium hjá okkum øllum at sleppa at vera við í tí unikka at byggja ein bý upp frá at kalla ongum.

Nú triðji størsti býur í landinum, og um hálva øld, við rímiliga stórari vissu, næststørsti býurin í landinum, í hølunum á høvuðsstaðnum. Tað hvílir stór ábyrgd á okkum, sum nú manna býin, serliga okkum sum umboða borgararnar í býráðnum, at virka fyri áhaldandi menning, at laða soleiðis upp í varðan, at hóttafall ongantíð kemur á framburðin. Tað ræður um at líta út so víðan, nakað væl fram um nøsina og gerandisdagin í dag, tað er uppgávan hjá politikarunum. Vit vita, at ein býur hevur tørv á nógvum ymiskum funktiónum, skulu íbúgvarnir rópa seg uppá at búgva í einum slíkum. Og vit eru ávegis á fleiri mótum. Í dag verður eitt trivaligt klípi lagt afturat, og hesin dagurin ger býin væl størri og rúmari, enn hann var frammanundan.

Runavíkar kommuna hevur í áratíggju havt ein sera positivan hugburð, ja, verið í broddi fylkingar, táið tað snýr um at implementera fólk í samfelagið, sum onkursvegna eru menningartarnað ella bera brek. Hetta broytti býin tann rætta vegin, mentanin bleiv ein onnur, og tað hevur verið ein fragd at møta hesum fólkunum á gøtuni, práta við tey og ikki minst at arbeiða saman við teimum. Sagt verður, at sosiala støðið í einum samfelag skal mátast eftir, hvussu samfelagið tekur hond um tey, sum ikki eru útborin til heilt at megna tilveruna av sær sjálvum á sama hátt sum tey frísku og ferðugu, ið eiga at standa uppi av sær sjálvum og væl tað, soleiðis at orka og rúm eisini verður til og fyri teimum, ið ikki eiga tann førleikan til fulnar.

Tað eru gingin nakað nógv ár síðani júst hendan verkætlanin kom undan kavi á fyrsta sinni. Samskifti tók seg upp ímillum landsmyndugleikan, sum varar av økinum, og Runavíkar kommunu, um møgulekan fyri at fara undir at smíða nýggjar íbúðir til fólk við menningartarni í økinum. Aðrar kommunur í grannalagnum vóru eisini áhugaðar, men landsstýriskvinnan, sum tá vardi av almannamálum, Annika Olsen, segði, at út fra eini heildarmeting tók hon avgerðina um at taka av tilboðnum frá Runavíkar kommunu at byggja vardu bústaðirnar í Runavík.

Fyri sløkum fýra árum síðani – hin 17. august 2012 – vitjaði táverandi landsstýriskvinnan í hesum økinum, her vit nú standa, saman við Magnusi Rasmussen, borgarstjóra, og Kristiani Gaardbo, táverandi formanni í sosialu nevnd Runavíkar býráðs, og greitt var, at nú varð farið undir at byggja nýggj heim, ið skuldu tillagast tørvinum hjá tí einstaka. Og týdningarmikið var at skapa heim, sum bæði geva tryggleika og rúm fyri sjálvbjargni, sagt varð eisini, at talan bleiv um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin skuldi hava dur, vesi við bað, køk/stovu og sovikamar við atgongd til felagshølir. Tá varð roknað við, at vardu íbúðirnar eftir ætlan skuldu vera lidnar á vári 2014.

Fyri sløkum trimum árum síðani – hin 03. juni 2013 – vóru vit nakað nógv, sum høvdu leitað okkum út í hetta óbygda lendið. Annika Olsen loysti fyrsta flagið og tey bæði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, staðfestu við einum handartaki, at nú var leyst og liðugt, klárt at byggja. Eftir tað var farið oman í Skúlan við Løkin, har tekningarnar sóust av hesum stásiliga bygninginum við 12 íbúðum, sum nú stendur liðugur og klárur at flyta inn í. Kommunurnar partur í verkætlanini hevur verið at ogna sær og at lata lendi, at byggibúgva tað og at fremja atkomuna. Á mangan hátt er hetta nú vorðið eitt eksklusivt menningarøki, nú hendan autostradan – Blikagøta - norður ígjøgnum hagalendið harumframt um skamma stund gerst brúgvin til eina størri útstykking, sum er partur av norðurlendskari arkitektakapping, hvørs vinnari verður funnin í Helsinki í Finnlandi um fáar dagar. Tað grør um gangandi fót á fleiri mótum.

Samstundis sum eg fyri Runavíkar kommunu fari at takka Almannaverkinum, og øllum teimum, sum onkursvegna eiga ein lut í hesum, fyri at júst hendan staðsetingin varð vald, fari eg at ynskja komandi brúkarunum blíðan byr frameftir, nú tit hava fingið tak yvir egið høvur. Ivaleyst hava tit verið ótolin, sum ikki einaferð kom tað nakað í drag, somikið betri er tað, nú dagurin kom, og alt stendur so stásiligt frammanfyri eygum tykkara og okkara. Vit, sum dagliga møta tykkum á gongubreytunum, hava nú ikki varnast nakran mistrivna, tvørturímóti, men nú vóru nøkur ár á Rásini hjá nøkrum tykkara, og uppaftur fleiri úti undir væðingini í Tryggingarbygninginum á havnarlagnum hjá fleiri tykkara, vorðin nógmikið. Her uppi verður annað lag, við besta útsýninum yvir fjørðin og út á Toftavatn, eitt meiri hóskandi stað kundi ikki verið funnið til staðsetingina. Aðrastaðni hevði man sagt, at hetta var hin mest mondæna adressan í býnum.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við átakinum, og skuldi Almannaverkið havt tørv á góðum samstarvi frameftir kenna bæði Eyðgunn Samuelsen og Edvard Heen telefonnummarið hjá Runavíkar kommunu. Ein kommuna sum til eina og hvørja tíð er fús at fara undir nýggj átøk, annaðhvørt einsamøll ella saman við øðrum. Málið er støðugt, at Runavíkin skal mennast og rúmkast.