HEIM
22.02.2008

Runavíkin eitt gott ´Shoppingar´ øki

Blómandi handilslív

Runavíkar kommuna er í støðugari menning. Økið blómar bæði innan vinnu, ítrótt, tónleik og mentan. Og ikki minst er handilslívið í kommununi í stórari menning. Fleiri handlar hava nýliga latið upp, summir hava bygt út og aðrir eru fluttir í betri hølir.
Og nú, vit skriva ár 2008, er longu nógv spennandi í væntu: T.d. kemur ein nýggj matstova, nýggjur málingahandil, nýggj gávubúð, nýggjur vvs handil og eisini ein nýggjur møblahandil.

Her á staðnum kunnu vit millum nógv annað, frøðast yvir at vit hava eitt fjøllbroytt "shoppingar øki" og at handilslívið í kommununi stendur í støðugari menning.

Handilsmiðdepilin hevur langan leygardag 1 mars. tvs at allir limir felagsins hava opið til kl 17.00.
Tunnilsdagur verður 8. mars tá hevur handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu opið til kl 20.00.