HEIM
21.10.2013

Runavíkin eigur lykilin til vøkstur í Eysturoynni !

røða hjá Tórbjørn Jacobsen til Mentanarvikuna Skýming 2013:

"Wenn ich Kultur höre ... entsichere ich meinen Browning!" Sagt verður, at týski ríkismarskálkurin Hermann Göring, sum annars var sligin riddari av Danabrók í 1938, ofta skuldi siga hendan setningin fram fyri seg. Íblástur úr Schlageter hjá Hanns Johst. "Hoyri eg orðið kulturur nevnt...spenni eg hamaran á skammbyrsu míni." Hetta sigur nakað nógv um hugmyndafrøðina hjá teimum, sum skipaðu totalitera statin í miðjum Europu í tríati- og fýratiárunum, og sum ætlaðu at leggja allan heimin undir seg. Bókabálini frá hesi tíðini siga okkum, at bara mentanarspírarnir, sum tæntu og lyntu undir sitandi valdið, fingu møguleikan fyri at trívast – at vera til. Alt annað var týnt og lúkað burtur. Frælsir mentanararbeiðarar vóru vandamiklir fyri politisku taburettirnar hjá nazistunum, ið bara skiltu kredduna um at ganga í takt.

Ørðvísi sjón um hesi viðurskifti hevði cubanski frælsisstríðsmaðurin José Martí, ið var hugmyndamaðurin handan byltingina andvegis imperialistiska valdinum hjá spaniólum yvir Cuba. Hann doyði í bardaganum í 1895, táið ein sníkiskjútti fylti fótamør hansara við einum heilum magasini av riflukúlum. Tað gjørdu hesi legendarisku orð hansara hinvegin ikki: "Umvegis mentanina vinna vit frælsi." Í øllum lutum. Martí var sjálvur blaðstjóri og yrkjari. Gitin um alt Latínameriku, og aðrar staðir við, og tey flestu komast helst við kenda sang hansara "Guantanamera". Á Kollveltingartorginum í Havanna stendur ein risastór standmynd sett honum til heiðurs.

Og nú spyrja tey flestu helst, hvat í Guðs garði hetta hevur at gera við mentanarvikuna í Runavík anno 2013?

Lítið og kortini nógv. Göring umboðar ófrælsi hjá fólkinum, og sprænir eitur í mentanarurtagarðin, fyri sjálvur at varðveita valdið saman við sínum kumpanum, ímeðan Martí er sannførdur um, at tað fæst ikki eitt líkinda samfelag burturúr, uttan so at kínt verður fyri hvørjum einasta blomstri, ið hevur kýtt seg fyri at koma upp ígjøgnum svørðin. Haðani kemur fjølbrigdið og samfeldi trivnaðurin. Tað er ikki trupult at taka dagar ímillum hesi bæði divergerandi sjónarmiðini, men onki kemur av ongum, og tað er umráðandi støðugt og áhaldandi at standa við garðarnar og halda teir í fólkaræðisligari hædd og í ditto standi.

Vit føroyingar eru í tí støðu, at vit hava ein ómetaliga stóran tjóðskapar- og mentanarligan arv at lyfta og røkja. Ættarlið eftir ættarlið hava medvirkað til, at vit í dag eiga eina greitt skilmarkaða mentan, sum er í slekt við aðrar, men sum stendur uppi heilt av sær sjálvari, annars vóru vit ikki her. Hon stendur kortini ikki uppi longri enn vit sjálvi vilja tað, og tí er ein mentanarvika sum hendan átrokandi neyðug.

Málið er bulurin undir øllum. Tað eru tey sum siga, at málið bara er ein samskiftismiðil, fyri at fólk kunnu skilja boðini frá hvørjum øðrum, men so einfaldur er málspurningurin ikki. Rætt er tað, at málið er undirstøðukervið ímillum allar heilarnar og útstoytini í landinum, men í sama og kanska í størri mun er tað infrakervið ímillum hjørtuni í fólki okkara. Tí ber tað til hjá yrkjarum at skapa stóran skaldskap við hesum amboðnum, sum er okkara savningarmegi par excellence – uttan samanbering. Magnfullur skúlaskapur, skaldskapur, tónleikur, undirvísingartilfar á móðurmálinum, bókasøvn, treystir fjølmiðlar, foreldur sum kjølfesta síni børn og námsfrøðingar sum við mjúkligum hondum tilevna næsta ættarliðið eru bráðpannan, har avgerðirnar dag og dagliga verða tiknar um, hvussu vit mentanarliga og harvið tjóðskaparliga hóra undan kolossala trýstinum, sum stútt og støðugt liggur á smáum mentanum í hesum globaliseraðu tíðum. Har stendur stríðið fyrst og fremst. Ein abbasonur Magnusar í Rituvík viðger hetta í Sosialinum í gjár. Hann sigur, at er tað eitt treytaleyst ynski, at fíggjarlógin skal javnvega í 2016, so er bara at taka av føroyska málið, og lata danska málið vera miðilin, ið brúktur verður. Hann heldur at vit í alt ov stóran mun taka upp eftir dønum í gerandismálinum. "Hav ein góðan dag", eru ungdómarnir farnir at siga ístaðin fyri hitt snøgga orðið og ynskjandi kvøðuna "far væl" - "farvæl". Høpið vit liva í er bara so nógv meiri komplekst enn tað, at hetta ber til, at trýsta á off-knøttin í máluniversinum fyri at rationalisera í samfelgshúsarhaldinum. Har eigur landspolitikkurin at vera munandi meiri offensivur og væl minni kargur, táið tað snýr seg um at røkja og menna immateriella lívsgrundarlag okkara. Mál, mentan et cetera.

Hugdi tú út ígjøgnum bakborðsgluggan á einum jarnfugli fyri trýfjerðings øld síðani, ávegis út eftir Skálafjørðinum, sást tú eina balkaniseraða bygging, menn við haka og konur sum hongdu tvættu klæðini út á snór. Traðar- og sluppfiskimenn. Uppslitnar konur við einum riðili av børnum. Vinnuliga undirstøðukervið broytti hesi viðurkskifti í einum lutfalsliga ørstuttum tíðarmáli, úr havinum vaks ein býur, skjótari enn nakar annar, bygdirnar heilsa hvørji aðrari á mørkunum, og tú kendi ein treystan ráka av nýbyggjararoyki úr hvørjum skorsteini. Fólk fluttu til í stórum tali hvørt við sínari serskildu og skilmarkaðu kjølfestu, tí gjørdist hendan kommunan eitt áhugavert laboratorium, har rættiliga ymiskur vøkstur, úr øllum heraðshornum, skuldi vaksa lið um lið og til endans finna sær eitt felagsstev. Samrakstrarmátturin – ein lokal eindarmentan – fer einaferð at koma til sjóndar, serliga táið annað og triðja ættarliðið fer at skipa seg í økinum.

Á nígginda ári verður mentanarvika hildin í býnum. Hyggja vit í skránna, so síggja vit, at nógv er viðurfarist í økinum hesi árini, síðani vit hugdu úr jarnfuglaperspektivinum niður yvir tað, sum mest av øllum var átøkt einum mánalandskapi, har onkur so hissini hevði hættað sær at seta búgv. Staðbundin megi lýsir úr skránni, og vit fegnast sanniliga eisini um tey sum koma at vitja okkum hesar dagarnar. Eitt nú vestmenningurin Martin Joensen, sum fer at spæla úr egnum brósti fyri okkum um eina løtu, tikin úr leikum sum tónasmiður og yrkjari.

Úr hakunum og slitnu lógvunum á kropnum konum daga nú málningar og musikkur, sprottin úr umhvørvinum. Tann stóri litteraturin er kanska ikki komin undan sýnini enn, hóast rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen at kalla var hálvur glyvramaður, vit vóru 4/3 slektaðir, men tey sum sveipa pensilin á løriftið við alskyns litum taka seg fram í hvørjum taki og í tónleikinum vaksa tey vakrastu blomstrini upp ígjøgnum hvørja sprungu í svørðinum. Umframt gigantisku visiónina sum bygdi skúlan á Glyvrum fyri meira enn hálvari øld síðani og seinri skúlan við Løkin, man átakið at fáa Glyvra Bio upp at standa vera tað, sum hevur broytt tónleikamáttin mest av øllum, umframt musikkskúlin, dansifelagið, samkomurnar, og kórleiðarar sum Símun Nónklett og pastorala megin innan av Lambareiði, Meinhard Bjartalíð, ið nú sveiggjar dirigentstokkinum í Kóri Glyvra Kirkju. Týr er bara ein av mongum tíggjutals bólkum, sum eru gandaðir fram á pallinum í Glyvra Bio, - nú spæla teir fløguaktuellir kring um allan knøttin. Kári Sverrisson er komin úr búkinum á Høganesi, táið hon lá og isaði í fortoyningarnar í námindum av Gulasteini. Eisini hann er fløguaktuellur, og ein tann kræsnasti ummælarin í landinum gav honum og Bendum Spónum 6 av 6 møguligum stjørnum fyri avrikið, sum hann hevur gandað fram í góðum samspæli við littereru megina hjá skaldinum Jóanesi Nielsen. Hóast Glyvra Bio er foykt burtur og Høganes liggur í dunga sum pinnabrenni, dagaði nú ein nýggjur vøkstur upp í tónleikajørðildinum. Hin longu í Føroyum so alkendi Beinir. Eisini fløguaktuellur við magni úr egnum brósti. Her hendir okkurt. Nevni hesi dømini, tí tey eru partar av skránni, og tí at eg eri sannførdur um, at vit sum skjótast mega fáa eina materiella bráðpannu aftur, sum gevur enn ókendum talentum høvið til at royna síni listarligu evnir til ytstu mørk. RMV sum vit plagdu at rópa hana – Hin Gula Smiðjan – ið verður brúkt sum pallur hjá m.a. Óvitablúsarunum í vikuni frammanfyri okkum, kundi verið eitt gott boð um savningardepil hesu megin fjørðin. Hetta er eitt tilboð, sum vit fólksins tænarar eiga at loysa skjótast gjørligt. Skráin er um nakað ábendingin um, at slíkir lunnar mega leggjast. Akandi og rullandi pizzabarrir skapa ongan bý.

Á Facebókini skrivar skyldmaðurin úr Gøtu, Høgni Rasmussen, búsitandi í høvuðsstaðnum, soleiðis nú um dagarnar: "Ein útlendskur fotografur, eg hevði við til Klaksvíkar, kallaði Klaksvík fyri "the most boring town I have been to." Hann hevði ikki verið í Runavík. Bæði Runavík og Klaksvík hava stórar avbjóðingar við at fáa býirnar at gerast meira spennandi. Báðir býrinir mangla ein savnandi miðbý. Hetta er gjørligt bæði støðini. Men hvat ger man við mest spennandi punktini? Man leggur eina rundkoyring har! DYT DYT! Runavík hevur lykilin til vøkstur í Eysturoynni. Tí hvílir ein stór ábyrgd á Runavíkar Býráð!"

Ikki eiti á skoðsmáli. "Keðiligasti býurin eg havi vitjað", segði útlendski kykmyndamaðurin við Høgna um Klaksvíkina, og hesin seinri leggur so nonsjalant afturat: "Hann hevði ikki verið í Runavík." Gløgt er gestsins eyga siga tey, og man eigur als ikki at fara skoytandi yvir útsagnir sum hesar og eyðmerkja tær sum heilaspuni ella órímiligt knarr. Heini í Kunoy segði einaferð í einum orðaskifti, at tað at vera politikari var sum at arbeiða í einum grótbroti, tú verður aldri liðugur við nakað. A never ending tour – ein óavmarkað og óendalig prosess. Og eg havi varhugan av, at vit, sum í løtuni manna Runavíkar Býráð, kenna hesa ábyrgdina á okkum, og eru vitandi um, at Runavíkin er lykilin til vøkstur í Eysturoynni. Ein nógv umrødd undirsjóvarsmoga, sum í fyrstu syftuni fekk eitt skot fyri bógvin, er ein týðandi táttur í royndini at víðka miðstaðarøkið í landinum av Glyvursnesi norður í Ánirnar. Tað skal ein magnmikil dynamo til fyri at halda til øktar snúningar í samfelagsmaskinarínum. Frank Zappa segði sum kunnugt, at tú kanst ikki rópa teg eina tjóð, uttan so at tú hevur títt egna mál, eitt landslið í fótbólti og eitt nationalt bryggjarí. Ein býur hevur eisini tørv á funktiónum, sum eru vitalar fyri trivnað, menning og vøkstur, og vit mega bara ásanna, at vit ikki á øllum mótum eru komin til máls, langt frá tí, men vit kenna trupulleikan og virka samsvarandi fíggjarligari orku fyri at røkka málinum um ein spennandi bý í miðjum Føroyum.

Borgarstjórin hevur seinrapartin í dag saman við Kvinnu-blaðstjóranum Siri Sørensen úr Søldarfirði sett mentanarvikuni í stásiligu høllini við Løkin. Onkursvegna er hendan vikan saman við Faroexpo eitt konsentrat, ein dygg tíðaravmáld samantøka av øllum tí sum ígjøgnum árið annars grør og livir í staðbundna samfelagnum. Og gott er tað, at vinna og mentan á henda hátt verða tvinnað saman, tí júst í hesi sambræðingini ber til at fáa óvæntaðan ávøkst. Men undirliggjandi megintreytin er javnt og samt, at mentanin bara byggir á objektiv kriteriu. At mentanararbeiðarar ikki vera órógvaðir í leitanini - av óviðkomandi og kommerciellum áhugamálum. Tak Kára hjá Sverra sum dømi, hann kundi hildið fram við at sungið um skríggið hann hoyrdi í náttini, og verið ein gemenur kvøðuljómapoppari, endaður sum eitt plagiatvrak í impotentu juke-box kringekjuni hjá Útvarpinum, men á sama hátt sum Bob Dylan heldur hann fram við at ganga ótráddar gøtur í leitanini eftir tí ómøguliga, sum verður møguligt, bara tí at ongin slapp at ørkymla hann á leiðini og í søkjanini. Nú amerikanski Bobburin er farin um tey sjeyti, heldur hann fram á tí endaleysu ferðini og við sótsvarta humorinum, beiskleikanum og glóðini sum ongantíð slóknar sigur hann: "The more I die, the more I live." Tað ræður um at liva lívið á tamb fyri heildini og sær sjálvum.

Fari at heilsa Mentanarvikuni 2013 vælkomnari í vónini um, at hon framhaldandi verður eitt av mongum átøkum sum lynna í einum vaksandi og góðum býi at búleikast í hjá øllum. Í byrjanini endurgav eg teir báðar Hermann Göring og José Martí. Undir seinra krígnum vóru bretar illa stjølaðir fíggjarliga, stríðið við Göring og teir hinumegin Ermasund hevði slúkt reservarnar úr bretska ríkiskassanum. Brádliga kom ein tingmaður við tí ljósa hugskotinum, at Undirhúsið skuldi taka av allar játtanir til mentanina og keypa kanónir fyri fæið ístaðin. Replikkin hjá hinum mentanarkveikta Winston Churchill var knøpp og skilagóð, hann segði: "Karva vit burtur mentanina, hvørjum berjast vit tá fyri?" Hvat er at verja, táið mentanin er farin. Hon er brennievnið sum ger, at vit tíma at stinga leggirnar undan rekkjuváðini hvønn morgun, og sum er atvoldin til, at vit kenna okkum sum eitt fólk, spjatt í bygdum og býum í sama mentanarliga undirstøðukervi og einum felags tjóðskapi.

Mátti Mentanarvikan verið sum flestum til frama og ugganar.