HEIM
28.09.2010

Runavíkar kvøld- og Ungdómsskúli

Runavíkar kvøld- og ungdómsskúli hevur aftur í vetur eitt fjølbroytt úrval av undirvísingartilboðum. Undirvíst verður í Runavík, á Glyvrum, í Søldarfirði, í Kelduni í Skálafirði, í Oyndarfirði og Funningi. Luttøkugjaldið fyri skeiðini er millum 200 og 500 kr., alt eftir hvat slag av undirvísing, talan er um. Avsláttur verður givin, um teknað verður til fleiri skeið. Tó er eitt landbúnaðarskeið, sum kostar 2000 kr í luttøkugjaldi.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/C98E8E68-04F5-47D3-9B0D-BE47F7A8C370.PDF