HEIM
19.07.2015

Runavíkar kommuna – vøkstur!

Nú farið er nakað um longsta dag, og árið er hálvrunnið so staðfesta vit, at fíggjarliga framgongdin í kommununi heldur sær. Inntøkurnar er nakað hægri enn mett, meðan samlaðu útreiðslurnar eru innan fyri samtyktu fíggjarætlanina.
Fyrra hálvár í ár er A-skattainntøkan 61,1 mió í mun til 57,1 mió. í fjør. Hetta er ein vøkstur í A-skattainntøkuni á 4,0 mió. og svarar til 7%. Kemur henda góða gongd at halda sær, so fær kommunan 8,0 mió meiri inn í A-skatti í ár, í mun til í fjør.

Nógv og fjølbroytt virksemi er í kommununi, og arbeiði er til allar vinnuførar hendur, og í vinnulívinum merkja vit bjartskygni. 

Bæði privatar og almennar íløgur verða gjørdar í kommununi í ár, og fleiri av teimum eru stórar. Bakkafrost ger eina sera stóra íløgu í nýtt virki á Glyvrum. Av øðrum stórum íløgum kunnu m.a. nevnast koblingsstøð hjá SEV (Saltangará), íbúðarbygging til menningartarnað (Saltangará), leiguíbúðarbygging hjá Bústøðum (Runavík), vatnverkætlan hjá kommununi (Skála) og liðugtgerð av spillivatnaætlanini á Skála. Umframt hesar nevndu verkætlanir, so eru fleiri aðrar smærri verkætlanir kring um í kommununi. 

Gongdin í fólkatalinum er eisini góð og nú 1.juli eru 3.840 íbúgvar í Runavíkar kommunu, og er hetta hægsta fólkatal nakrantíð í kommununi. Fólkatalið seinasta 1½ árið er økt við uml. 120 borgarum, og fegnast vit sjálvandi um hesa góðu gongd.

Samanumtikið kunnu vit siga, at gongdin í kommununi er góð!

18. juli 2015
Magnus Rasmussen, borgarstjóri