HEIM
22.02.2016

Runavíkar Kommuna sendir á R7 í dag kl. 15

Mánadagar millum kl. 15 og 16 fram til summarferiuna fer Runavíkar Kommuna at hava eina sending á útvarpsstøðini R7. Sendingin kemur at viðgera ymiskt, sum fyriferst í triðstørstu kommunu í landinum.

Vertir í fyrstu sendingini í dag vera Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari.

Gestir verða Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, og Svend Højgaard, leiðari av Bókasavninum við Løkin.

Meiri verður at frætta um innihaldið í komandi sendingum.