HEIM
18.12.2019

Runavíkar kommuna og Visit Runavík á Jobmatch

Runavíkar kommuna og Visit Runavík luttaka á árligu starvsstevnuni Jobmatch, sum verður í Norðurlandshúsinum leygardagin 28. desember 2019.

Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar, lesandi føroyingar og nýútbúgvin. Í fjør bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum.

Á jobmatch ber til at hitta starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og Visit Runavík um starvsmøguleikar í einari kommunalari fyrisiting og stovnum hennara. Harumframt ber til at fáa innlit í vinnulívið í landafrøðiliga stóru kommununi, íð røkkur frá Æðuvík og Rituvík í suðri til Elduvík og Funning norðantil.

Bæði Visit Runavík og Runavíkar kommuna vilja fegin samstarva við lesandi um verkætlanir í sambandi við lesnaðin, umframt at fáa lesandi í starvsvenjing eitt nú innan ferðavinnu, fyrisiting, samskifti, tekniska økið ella onnur øki, sum kommunan varar av.

Bílegg eitt JobPrát á heimasíðuni hjá Jobmatch, jobmatch.fo, ella kom og vitja okkum á bási 16 í Klingruni.

Starvsstevnan Jobmatch er í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. desember kl. 12-18.