HEIM
03.02.2017

Runavíkar kommuna nýggjan tekniskan leiðara

Runavíkar kommuna hevur sett Lars Christian Kirkegaard í starv sum tekniskan leiðara. Hann er 46 ár, útbúgvin civilverkfrøðingur við fjølbroyttum royndum innan m.a. vega- brúgva- og havnagerð.

Hann hevur virkað sum verkfrøðingur í ymsum londum, er giftur Súsonnu og tey eiga trý børn. Lars byrjar ætlandi í starvinum 1. apríl, og Runavíkar kommuna bjóðar honum vælkomnum í starvið.