HEIM
05.07.2013

Runavíkar Kommuna gjørt avtalu við Unisport/pitch.fo um nýtt graslíki á Skála og í Runavík

Runavíkar Kommuna fer nú undir at skifta graslíkið á fótbóltsvallunum á Skála og í Runavík.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, og Óli Ludvig, stjóri í pitch.fo, skrivaðu seinnapartin undir avtalu um veitan av tveimum Greenfields vallum.

Pitch.fo umboðar Unisport, sum er størsti veitari av graslíkisvallum í Norðurlondum. Umboð fyri Unisport koma til Føroya í næstum at skifta vallirnar, og verða teir báðir skiftir nú í summarsteðginum.

Vallirnir, sum verða skiftir út, eru nakrir av teimum seinastu við gomlu svørtu gummiinnfyllingini, og var tað tí ein treyt hjá Runavíkar Kommunu, at nýggju valllirnir fingu grøna gummiinnfylling.

Graslíkið er av hollendska slagnum, Greenfields, og vera hesir vallir nógv nýttir kring heim. T.d. hava heili 6 av teimum 8 feløgunum, sum hava graslíkisvøll í norsku Tippeligaini, vøll av merkinum Greenfields.

Runavíkar Kommuna fegnast um, at vallirnir nú loksins verða skiftir, og vónar, at tað verður til gagns fyri fótbóltin á Skála og í Runavík.