HEIM
11.06.2015

Runavíkar kommuna fer komandi ár eisini at hava frítíðaransing til 2. flokk

Runavíkar býráð er samt um at avseta pening á fíggjarætlanini fyri 2016 til frítíðaransing til 2. flokk. Frá 1. januar 2016 verður tilboðið tí víðkað, til at fevna um bæði 1. og 2. flokk.

Runavíkar kommuna hevur verið eftirbátur á hesum øki, men hevur nú tikið avgerð um, at hetta tilboð eisini skal setast á stovn í kommununi, soleiðis sum tað er í flestu kommunum í landinum.

Arbeitt hevur verið við hesum máli eina tíð, og er avgerðin nú tikin.
Runavíkar kommuna vil støðugt arbeiða fyri at veita øllum borgarum í kommununi góð tilboð og góðar tænastur, og er hetta stigið ein partur av hesi ætlan.

Runavíkar kommuna