HEIM
14.06.2008

Runavíkar kommuna fær tveir nýggjar barnagarðar

Seinnapartin mikudagin varð sáttmáli undirskrivaður millum P/F Búsetur og Runavíkar kommunu um bygging av barnagørðum á Skála og í Søldarfirði. Byggingin tekur ætlandi 1½ ár. Tað er Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur teknað.

Lendið er tøkt, útgrivið og planerað fyri báðum barnagørðunum, og farið verður undir byggingina beinan vegin.