HEIM
09.10.2016

Runavíkar Kommuna bjóðar øllum til landsdyst í Løkshøll

Aldrin áður hevur eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til ein landsdyst í Føroyum verið so stórur sum júst nú.

Nærum øll tjóðin kundi hugsa sær at sitið á Tórsvølli mánakvøldið, og sæð heimsins besta spælara, Christiano Ronaldo, saman við liðfeløgum hansara, spæla ímóti føroysku kempunum.

Føroyska landsliðið hevur seinastu árini prógvað, at teir eru mentir at skapa úrslit, ið eingin hevði væntað! Fríggjakvøldið vunnu vit 0-2 á útivølli móti Letlandi, og dystin áðrenn tað leiktu vit javnleik móti Ungarn á heimavølli. Í løtuni er Føroyar á 2. plássi í bólkinum.

Í annaðkvøld taka okkara evnaríku, málrættaðu og viljasterku leikarar ímóti Evropameistarunum, Portugal. Talan er um eitt brak av einum dysti, og óivað verður Tórsvøllur fullsetttur!

Tó eru tað túsundavís av føroyingum, ið ikki sleppa á Tórsvøll at hyggja at hesum megnar dysti. Runavíkar kommuna ynskir tí at bjóða øllum vælkomnum í Løkshøll í annaðkvøld, har landsdysturin verður vístur á einum av føroya størstu skíggjum.

Løkshøll er útgjørd við góðari og framkomnari útgerð til alskyns tiltøk, - Eisini landsdystir! Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Vit vilja somuleiðis gera vart við, at tað er avmarka pláss. Vit mæla tí fólki til at møta í góðari tíð. Dyrnar lata upp klokkan 19:00, og dystarbyrjan er kl. 19:45.