HEIM
07.07.2017

Runavíkar kommuna altjóða limaskapir innan ítrótt

Runavíkar kommuna leggur stóran dent á at menna og reka fyrsta floks ítróttarverkløg til tey á leið 10-15 ítróttarfeløgini, sum eru virkin í økinum, bæði nú og í framtiðini.

Besta dømið higartil er ivaleyst Bylgjan í Runavík, sum av Lokale- og Anlægsfonden, sum stuðlaði verkætlanini, verður nýtt sum ein fyrimynd fyri samanbyggingar og fimleikarhallir í Norðurlondum. Í løtuni verður arbeitt við næstu stóru verkætlanini - einari svimjihøll í Runavík.

Fyrr í ár gjørdi Runavíkar kommuna fyrsti føroyski limurin í felagsskapinum sportsfaciliteter.dk, sum er eitt netverk fyri ítróttaranlegg og kommunur í Danmørk. Síðani eru aðrar føroyskar kommunur komnar við, eins og felagsskapurin roynir at fáa limir úr Grønlandi.

Í seinastu viku gjørdist Runavíkar kommuna somuleiðis fyrsti føroyski limurin í altjóða felagsskapinum IAKS - International Association for Sports and Leisure Facilities, sum eisini hevur eina norðurlendska grein - IAKS Nordic. Limirnir í IAKS eru ítróttarverkløg, kommunur, felagsskapir, sambond og veitarar á økinum.

Endamálið við báðum felagsskapum er at deila vitan á ítróttar- og frítíðarøkinum, serliga í mun til menning, bygging og rakstur av ítróttarverkløgum.

Runavíkar kommuna ásannar, at sum ein lítil kommuna í heimshøpi er tað alneyðugt at leita sær íblástur og góð ráð frá netverkum úti í heimi. Hetta fyri at tryggja, at menning og rakstur av ítróttarverkløgunum er grundað á nýggjastu vitanina á økinum.