HEIM
17.08.2012

Runavíkar Kommuna á vinarbýarvitjan á Egilsstøðum

Runavíkar Kommuna er í hesum døgum á vinarbýarvitjan á Egilsstøðum. Við í ferðalagnum eru Sæunn Ólavsdottir Hansen, varaborgarstjóri, Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, og Rannvá Troest, umboðandi Faroexpo.
Endamálið við ferðini er at knýta enn tættari samstarv við Egilsstaðir, bæði innan vinnu og mentan.
Runavíkar Kommuna og Egilsstaðir eru líkar innan nógv øki. Millum annað hava báðar kommunur verið partur av kommunusamanlegging seinastu árini. Íbúgvaratalið í kommununum báðum er eisini áleið tað sama - umleið 4.000.
Kommunan á Egilsstøðum, sum í dag verður nevnd Fljótdalsherað, hevur seinastu 8 árini fleiri ferðir luttikið í mentanarvikuni í Runavík, og í ár hevur kommunan eisini saman við lokalum vinnulívi víst áhuga í at luttaka í vinnustevnuni Faroexpo.
Umboðini fyri Runavíkar Kommunu hava hesar dagarnar havt fundir við vinnulív og kommunalu myndugleikarnar á Egilsstøðum. Vitjað verður á mentanarvikuni, Ormsteiti, og í morgin setur Sæunn Ólavsdóttir Hansen saman við borgarstjóranum í Fljótdalsherað vinnustevnuna "Okkar Samfélag 2012".
Í dag er avtala gjørd um at endurskoða vinarbýarsáttmálan frá 2003 og undirskriva nýggjan sáttmála í oktober, tá mentanarvikan og Faroexpo vera í Runavík.