HEIM
12.09.2011

Runavíkar havn vitjar Offshore Europe 2011 í Aberdeen

Stavanger og Aberdeen hava skiftst um at hýsa europeisku oljumessuni, og í ár var hon hildin í skotska havna- og oljubýnum Aberdeen. Sum øllum kunnugt hevur Runavíkar havn verið oljuhavnin hjá teimum, sum hava gjørt boringar undir Føroyum, hesi seinastu árini.

Fleiri føroysk feløg og havnir høvdu tikið seg saman, um at hava egnan bás opnan á messuni í Skotlandi. Millum teirra var Runavíkar havn.

Á myndini síggja vit umboð okkara á messuni, teir eru frá vinstru Kristian Gaardbo, havnanevndarlimur, Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini og Tórbjørn Jacobsen, havnameistari.

Teir lata væl at ferðini og hava stórar vónir til, at Runavíkar havn aftur næsta ár kann virka sum útgerðarhavn hjá teimum, sum hava ætlanir at fara undir eina ella møguliga tvær boringar á føroyskum øki í 2011. Atlantic Supply Base var eisini umboðað á messuni við Eli Lassen, stjóra.

Ferðalagið fór úr Føroyum mánadagin 5. september og var aftur á klettunum hóskvøldið 8. september.