HEIM
12.12.2013

Runavíkar havn er fús at taka ímóti “Smyrli” !

Tøkniligar avmarkingar hava í eina tíð darvað strandfaraskipinum "Smyril" á vanligu farleiðini ímillum Krambatanga á Trongisvágsfirði og Tórshavn. Hetta er fyrst og fremst ein forðing hjá suðuroyingum at samvirka við økini norðanfyri Suðuroyar- og Skopunarfjørð. Ein avleiðingin var eisini, at málið bleiv tikið inn í politisku skipanina, har tingmaðurin Sirið Stenberg í §52a fyrispurningi hevur spurt seg fyri hjá landsstýrismaninum í vinnumálum, Johan Dahl, um hann hevur ætlanir at virka fyri, at "Smyril" hevur eina alternativa havn at fara í, táið tað ikki ber til at leggja at í Tórshavn.

Útvarpið hevur í fleiri tíðindaumførum í morgun endurgivið úr svarinum, sum landsstýrismaðurin í strandferðslumálum hevur latið spyrjaranum, dagfest í gjár hin 11. desember 2013.

Nakrir møguleikar verða nevndir í svarinum. Soleiðis sum suðuroyarsiglingin hevur verið, er tað ikki órímiligt, at Johan Dahl fyrst og fremst hugsavnar seg um møgulig alternativ í námindum av høvuðsstaðnum ella Tórshavnar havn. Oyrareingir verða nevndar, men forðingin er, at hendan bryggjan í løtuni verður brúkt sum meginstøð hjá Samskipum. Í svarinum verður Sund diskvalifiserað vegna ússaliga fendering, ov nógvan sug og ov stutta atløgusíðu. Triðja alternativið í høvuðsstaðarøkinum er ikki til í løtuni, ein nýggj almenn ferjulega suðuri á Argjalandinum.

Hetta skriv okkara er orðað av tí orsøk, at eitt alternativ nevnt í svarinum er Runavíkar havn. Rætt hevur landsstýrismaðurin, táið hann staðfestir, at umstøðurnar við Runavíkar havn eru góðar til eitt skip sum "Smyril". Kortini heldur hann, at verandi ferjuskrái ikki heilt hóskar til hekkuportrini á "Smyril". Síðani nevnir hann logistikkin, sum er ætlaður til vanligu farleiðina Krambatangi-Tórshavn og flutningstíðina hjá ferðafólki úr Runavík til Tórshavnar. Táið talingur kortini bara er um eitt alternativ til vanligu leiðina, so er hetta fyri lítið at rokna, í mun til tað, at ferðafólkini, sum fara umborð á Krambatanga í ørindaferð norðanfjørðs, enda aftur á Krambatanga, sum onkuntíð er komið fyri í vetur.

Greitt er, at landsstýrismaðurin heldur Runavíkar havn vera frægasta alternativið, hóast teinurin higani til Tórshavnar er í drúgvara lagi, sum kortini fer at tódna munandi, táið tunnilin undir Tangafirði er vorðin veruleiki. "Norrøna" og "Smyril" hava ligið við og brúkt ferjuskráan í Runavík við góðum úrsliti, og ynskja Strandferðslan og Vinnumálaráðið, at ábøtur og tillagingar skulu gerast fyri at gera hetta fræga alternativ uppaftur meiri hóskandi til "Smyril", so er Runavíkar havn fús til at fara í samskifti við viðkomandi myndugleikar um hetta, soleiðis, at Runavíkar havn frameftir kann vera fasta alternativa havnin hjá "Smyril", táið strandfaraskipið á suðuroyarleiðini hevur trupulleikar við at koma inn í aðra av havnunum á meginleiðini, - í hesum føri Tórshavn.

Tórbjørn Jacobsen,
havnarmeistari, Runavíkar havn.

Magnus Rasmussen,
borgarstjóri, Runavíkar kommuna