HEIM
27.09.2011

Runavíkar havn á Sea Trade Europe í Hamburg

Í hesum døgum luttekur Runavíkar havn á altjóða ferðskipastevnuni Seatrade Europe í Hamburg, sum er størsta ferðaskipastevna i EVROPA. Runavíkar havn luttekur á føroyska básinum saman við umboðum frá Faroe Ship, MB Tours, Klaksvíkar havn og Tórshavnar havn. Fyri Runavíkar havn luttaka Magnus Rasmussen, borgarstjóri, og Rannvá Troest. Messan varar í tríggjar dagar, frá 27 - 29 september. Fleiri enn 250 útstillarar frá 50 ymiskum tjóðum luttaka á messuni umframt ein ørgrynna av vitjandi. Ferðalagið verður aftur í Føroyum hóskvøldið.