HEIM
27.08.2019

Runavíkar havn – 2018

Runavíkar havn hevði 7 milliónir krónur í avlopi í 2018. Á stabbamyndini niðanfyri sæst, hvussu gongdin hevur verið síðani 2005, táið Skála eisini gjørdist partur av kommunalu havnini. Annars fevnir havnin víða og umframt lendingar, bátahyljar og støðir eru havnirnar á Skála, í Funningsfirði, Søldarfirði, Oyndarfirði, á Glyvrum og í Saltangará/Runavík partar av høpinum.

Bruttoinntøkan, ið táttar í 20 milliónir krónur, kemur frá nógvum ymiskum virksemi. Umframt inntøkur frá fiskivinnu, alivinnu, smiðjum, olju, sandi og frá ferðamannaskipum, er inntøkan frá útlendskum skipum ein trivaligur partur av inntøkuni og avlopinum.

Nú upplandið er vaksið almikið, við grótinum úr Eysturoyartunlinum, verður arbeitt við fleiri møguleikum til tess at vaksa um virksemið við Runavíkar havn.