HEIM
12.08.2012

Runavík staðið sveinaroynd sum oljuhavn

Nógv pláss kappaðust, og politikararnir blandaðu seg til endans uttan um og lótu oljufeløgini eiga avgerðina. Tey valdu Runavík til oljuútgerðhavn fyri boringar á landgrunninum m.a. út frá tess sentralu plasering. Góð 10 ár er farin síðani tá.

Staðið sveinaroynd
Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík sigur við oljan.fo, at hesi umleið fyrstu 10 árini hava prógvað, at tey hava staðið hesa sveinaroyndina sum oljuhavn væl og heldur, at Atlantic Supply Base hevur gjørt eitt sera gott arbeiði. Royndirnar og vitanin ASB hevur gjørt sær hesi árini liggja nú her í økinum, og ummælið, sum Runavík fær sum oljuhavn frá brúkarunum er gott sigur borgarstjórin, ið vónar, at
Skálafjørðurin eisini í framtíðini kann hýsa hesum oljuvirkseminum.

Og tað er so eisini ein orsøk til, at kommunan í eina tíð hevur arbeitt við eini ætlan fyri allan fjørðin, sum eisini fevnir um møguligt framtíðar oljuvirksemi. Men hetta hevur sum so ongan skund, so verandi oljuútgerðarhavnin nøktar væl tørvin, sum er í leititíðini.

Komið heilt væl áleiðis
Tað var í fjør, at danska fyritøkan Rambøl fekk til uppgávu at gera eina frágreiðing um fjørðin og framtíðar møguleikar fyri ymiskum vinnuvirksemi. Og ein partur av uppgávuna var eisini at finna tað best hóskandi økið til eina framtíðar oljuútgerðarhavn, um Runavík til ta tíð ikki fer at nøkta tørvin.

Frágreiðingin er ikki viðgjørd endaliga men tað liggur í kortunum, at økið frá Skála og inneftir skal leggjast av til oljuútgerðarhavn. Har er nógv uppland og rættað dýpið. Vegasambandið til tað økið er eisini gott, og tað er eisini avgerandi, at tað liggur burtur frá bygdum øki.

Men fyribils nøktar verandi oljuhavnin í Runavík tørvin og helst í mong ár aftrat. Har eru eisini útbyggingarmøguleikar til at fáa meiri bryggjuppláss og goymsluøki.
Nú langt hevur verið millum brunnarnar hevur oljuvirksemi heldur ikki havt so avgerandi týdning fyri kommununa, men tá borað verður leggur virksemið nakað væl eftir seg. Har er arbeiði til fleiri fólk, og fyritøkur í økinum kunnu veita vørur og tænastur.

Rósar ASB
"ASB hevur havt eina góða tænastu, so man hevur kunnað loyst nærum allar uppgávur. Eingin er heldur í iva um, at Eli Lassen, stjórin á ASB hevur gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði," sigur Magnus Rasmussen.
Hann heldur fyri, at tey í kommununi fara at gera teirra til, at oljuhavnin kann halda fram her, og tað er eisini tí tey hava gjørt eina ætlan fyri framtíðina, so tey kunnu vera klár, tá okkurt størri hendir.

Borgarstjórin hevur ikki gloymt ta "orrustu", sum var seinast í 90-unum um, hvar útgerðarhavnin skuldi liggja. Tá vóru sera nógvar kommunur kring landið um boðið, og hann ivast heldur ikki í, at henda togtogan fer at endurtaka seg, tá og um stór oljufund verða gjørd og tey verða bygd út til framleiðslu. Hann hevur eisini sæð, at Vágs Kommuna hevur verið alment úti og sagt, at hon fer at bjóða øki og bryggju fram til eina framtíðar útgerðarhavn.

"Øll kunnu sjálvandi bjóða seg fram, men eg haldi, at vit hesi 10 árini hava prógvað, at vit megna uppgávuna og at vit sita inni við vitan, sum ber í sær, at vit eisini kunnu átaka okkum nýggjar og størri og meira krevjandi uppgávur.

Og so mugu vit ikki gloyma, at Skálafjørðurin er ein nátúrhavn við fjølbroyttum virksemi, sum ein oljuútgerðarhavn hevur tørv á. Vit liggja eisini mitt í landinum. 45 minuttir eru til høvuðsstaðin og tað sama til flogvøllin. So eg haldi tað er nógv, ið talar fyri, at framtíðar oljuhavnin eigur at vera her á fjørðinum."

( oljan.fo/Jan Müller )