HEIM
20.11.2017

Runavík Open 2017

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri:
Annað árið á rað verður skipað fyri opnari altjóða talvkapping í Løkshøll. Runavík Open 2017. Í fjør samdust Talvsambandið og Runavíkar kommuna um í samstarvi at fara undir eina árliga opna kapping her í býnum. Áhugin fyri telving hevur sveiggjað, og økið er alt ov stórt til at liggja lamið í føroyskari telving, tí var tað ikki trupult hjá borgarstjóranum og formanninum Finnbirni Vang at semjast um at fáa hesa kappingina í lag. Kappingin Runavík Open 2016 gekk fyrimyndarliga væl, tá vann íslendingurin Guðmundur Kjartansson (IM – 2456), og hann er sæddur aftur í býnum, nú kappingin fyri 2017 byrjar í kvøld kl. 18.

Endamálið við kappingini er at fáa fleiri vinningar úr einum tiltaki. Fyrst og fremst vinningin av at hýsa øllum hesum glintandi taktisku og strategisku heilakyknunum - komnar á vitjan uttan- og innanlendis. Í øðrum lagi at fáa ungar telvarar, m.a. úr egnum øki, at kenna flogið frá ovari ratingum. Bara meiri máttur enn tú eigur sjálvur, flytur teg hin rætta vegin, uppeftir í ratingini, og tað er í andróðri av vøddarnir styrkna og heilakyknurnar síggja klárari. Tað er ongin loyna, at kommunan ger hesa íløguna í stóran mun fyri at vaksa um áhugan fyri talvi, serliga hjá okkara yngru borgarum. Nú telva óvitar í skúlanum, og talvfelagið í býnum er aftur farið at virka, luttekur í landskappingini, tí ber til at siga, at tað grør um gangandi fót.

Í hesum døgum hendir mangt og mikið á hesum hermótinum. Føroyar hava júst luttikið og vunnið talvkapping fyri smátjóðir í Europu, og samstundis var vinarlandsdystur ímillum Føroyar og Ísland í Løkshøll, har íslendingarnir bastu okkum. Tað hevur ikki verið hildið skilagott, at kappast á tveimum hermótum samstundis, tí hevði landsdysturin í Runavík helst verið javnari, um kremið í føroyskari telving var partur av honum.

Ætlanin er, at Runavík Open er kapping, sum er komin fyri at vera. Tí er tað hugaligt at kenna, at áhugin úr heimsins ymsu heraðshornum, er stórur og vaksandi. 55 telvarar taka lut hesaferð, og ikki færri enn 11 stórmeistarar eru við í kappingini, og í ovara endanum eiga vit kanska serliga at hava eyguni við 13 ára gamla indaranum Nihal Sarin (IM), sum er styrkismettur omanfyri tveir av stórmeistarunum - Savchenko Stanislav úr Ukreina og Narayanan Srinath úr India.

Fleiri av frægastu føroysku telvarunum vera við í kappingini. Júst afturkomnir sum europeiskir vinnarar úr Andorra, vera m.a. brøðurnir Høgni- og Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgaard við í kappingini.

“Góður telvari er altíð heppin”, segði cubanarin José Raúl Capablanca y Graupera, sáli, sum var heimsmeistari í talvi árini 1921-27. Girðin útsøgn, sum ikki kann mátast, men sunnudagin um eina lítla viku fáa vit undir øllum umstøðum staðfest, hvør ið var tann besti og hepnasti telvarin í júst Runavík Open 2017.

Góða kapping og bestu eydnu ynskja vit higani úr Ráðhúsinum.

Teir 55 telvararnir (hetta kann broytast áðrenn kappingin byrjar) eru:

1 GM Sengupta Deep 5008352 IND 2587
2 GM Korneev Oleg 4156803 ESP 2557
3 GM Khenkin Igor 4659600 GER 2551
4 GM Yinglun Xu 8604940 CHN 2526
5 GM Ulybin Mikhail 4101405 RUS 2522
6 GM Hamitevici Vladimir 13902393 MDA 2519
7 GM Gleizerov Evgeny 4101332 RUS 2515
8 GM Malakhatko Vadim 14104202 BEL 2511
9 GM Narayanan Srinath 5018420 IND 2511
10 IM Nihal Sarin 25092340 IND 2483
11 GM Savchenko Stanislav 14101262 UKR 2477
12 GM Bakre Tejas 5004195 IND 2456
13 IM Kjartansson Gudmundur 2301318 ISL 2456
14 IM Xu Yi 8605564 CHN 2439
15 IM Jensson Einar Hjalti 2301067 ISL 2361
16 FM Bjerre Jonas 1444948 DEN 2361
17 FM Nielsen Hogni Egilstoft 7200404 FAI 2352
18 FM Nielsen Rogvi Egilstoft 7200447 FAI 2338
19 IM Rodgaard John 7200013 FAI 2332
20 FM Stefansson Vignir Vatnar 2308649 ISL 2300
21 Thorgeirsson Jon Kristinn 2307731 ISL 2276
22 FM Olsen Filip Boe 1440640 DEN 2266
23 FM Karason Askell O 2300567 ISL 2255
24 Thogersen Rasmus 1431412 DEN 2253
25 Edvardsson Kristjan 2300893 ISL 2206
26 Thorsteinsson Sjurdur 7200641 FAI 2187
27 WIM Steil-Antoni Fiona 4001249 LUX 2183
28 FM Simonsen Hans Kristian 7200439 FAI 2174
29 Halldorsson Bragi 2300907 ISL 2102
30 Thorhallsson Simon 2310090 ISL 2027
31 Jonsson Gauti Pall 2309092 ISL 2011
32 Haraldsson Haraldur 2311100 ISL 1979
33 Mortensen Rogvi 7202369 FAI 1944
34 Eiriksson Sigurdur 2302314 ISL 1926
35 Jacobsen Heidrikur T. 7200340 FAI 1907
36 Skaale Janus 7201575 FAI 1897
37 Pinheiro Diamant Jonatan 1734628 SWE 1745
38 Berg Margar M. 7200021 FAI 1743
39 Fjallheim Leif Reinert 7201788 FAI 1743
40 Apol Luitjen Akselsson 7202466 FAI 1663
41 Markensten Max 1734610 SWE 1647
42 Rowe Oliver 10700226 GCI 1634
43 Fjallheim Elmar Reinert 7201095 FAI 1627
44 Nielsen Jon I Horni 7202105 FAI 1626
45 Finnsson Eli W. 7201451 FAI 1606
46 Steil Raymond 4001281 LUX 1595
47 Jacobsen Runi 7202865 FAI 1548
48 Hansen Jogvan I. 7202792 FAI 1463
49 Morkore Rogvi 7202563 FAI 1306
50 Tummasarson Flovin M. 7202431 FAI 1245
51 Fjallheim Benjamin Reinert 7202008 FAI 1242
52 Thomassen Benjamin 7203071 FAI 1193
53 Petersen Elias 7202725 FAI 1041
54 Jacobsen Markus 7202989 FAI 1029
55 Bø Rani í FAI 0