HEIM
08.10.2008

Runavík og Nes saman um Toftavatn

Nes og Runavíkar kommunur eru farnar í samstarv um verkætlanina við Toftavatn. Ætlanin er at gera gøtur rundanum vatnið og harvið geva fólki atgongd at nýta serligu náttúruna í økinum. Ein fyrireikingarbólkur við kommunu- og fakfólkum er settur at leggja arbeiðið til rættis.

Verkætlanin verður framd í trimum stigum fram til 2010 og gongur út uppá at skapa tryggar karmar fyri fólki at ferðast kring vatnið, so til ber at nýta serstøku náttúruna samstundis sum hædd verður tikin fyri at verja somu serstøku náttúru.

"Kommunurnar samstarva longu á fleiri økjum og tá møguleikin kom framm at samstarva um hesa spennandi verkætlanina hildu vit tað verða upplagt. Økið við vatnið liggur uppat báðum kommununum og borgarar úr báðum kommununum koma tískil at nýta gott av verkætlanini.", sigur Petur Jacob Petersen frá Nes kommunu, sum er formaður í fyrireikingarbólkinum til verkætlanina.

Verkætlanin við Toftavatn er partur av eini størri norðurlendskari verkætlan, sum Agenda 21 stovan samskipar í Føroyum, har 14 kommunur úr grannalondunum arbeiða við líknandi náttúruverkætlanum í teirra kommunum. Felags fyri allar verkætlanirnar er at tær skulu verða liðnar í 2010.

Runavíkar kommuna er nú saman við Nes kommunu eisini farin inn í norðurlendska samstarvi. Sí meira um norðurlendsku samstarvi á http://www.dirnat.no/content.ap?thisId=500026519 .

Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini í Runavíkar kommunu, er glaður fyri at samstarvið kundi lata seg gera." "Vit síggja tað sum sjálvsagt at kommunurnar sláa seg saman um hettar og síggja vit stórar møguleikar í samstarvinum. Toftavatn er ein náttúruperla, sum skal varðveitast á besta hátt, men umráðandi er eisini at øll sleppa at fáa part í tí serligu upplivingini at ganga ígjøgnum hettar serstakliga vakra náttúruøki".