HEIM
15.08.2012

Runavík – ein kommuna í menning

Nú summarið er farið at halla, og fyrra hálvár er farið afturum, so mega vit ásanna, at fíggjarliga framgongdin í kommununi heldur sær. Inntøkurnar er hægri enn væntað, meðan samlaðu útreiðslurnar eru innan fyri samtyktu fíggjarætlanina.
Fyrra hálvár í ár er A-skattainntøkan 56,1 mió. í mun til 53,5 mió. í 2011. Hetta er ein vøkstur í skattainntøkuni á 2,6 mió., og svarar tað til 4,9%
Kemur hendan góða gongdin at halda sær restina av árinum, so fær kommunan uml. 5,2 mió. meiri inn í A-skatti í ár í mun til 2011.
Orsøkin er einføld, og er hon, at virksemið er vaksandi og lønarútgjaldingarnar tí størri.
Í kommununi er eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív, og er hetta sjálvur krumtappurin, sum skapar góðu gongdina. Arbeiði er til nærum allar vinnuførar hendur, og í vinnulívinum merkja vit størri bjartskygni nú enn fyri eini tíð síðani, og hevur vinnan tað gott, so smittar tað yvir á alt annað.
Virksemið annars í kommununi er rímuliga stórt í løtuni, og fleiri stórar byggiætlanir liggja fyri framman, sum fara at skapa fitt av arbeiði í kommununi. Skótarnir eru í hesum døgum farnir at byggja stórt og flott skótahús, kommunan fer at byggja stásiliga fimleikahøll í heyst og Almannamálaráðið fer at byggja Depil til børn og ung við fjølbreki seinni í ár. Allar hesar verkætlanir eru í Runavík.
Eisini byrjar kommunan við eini stórari vatnverkætlan í ár. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at framtíðartryggja bæði vestara og eystara arm av Runavíkar kommunu fyri gott vatn. Hetta er ein sera týdningarmikil ætlan fyri kommununa, tí við tí menning, sum verið hevur og vónandi fer at halda á, so verður tørvurin á góðum vatni at vaksa, og kommunan ætlar sær at vera fyrireikað til vaksandi tørvin. Hendan verkætlanin kemur at ganga fyri seg báðumegin fjørðin, men byrjað verður á Skála.
Umframt hesar stóru verkætlanir, so eru fleiri smærri verkætlanir kring um í kommununi.
Samanumtikið kunnu vit siga, at gongdin í kommununi er góð!