HEIM
16.06.2019

Runavík 2.0

"Røða, sum Uni Leitisstein Hansen helt á midnáttarsamkomu í Skótahúsinum við Løkin á Eystanstevnu 2019."

Góðu stevnufólk

Eg vil fyrst av øllum takka fyri álitið at sleppa at halda røðu á midnáttarsamkomuni í ár. Tað eru nøkur djørv fólk, sum standa fyri hesum tiltaki, má sigast, tá tey hava heitt á meg, ein tíðinda- og vertskapsmann, sum elskar tónleik, og sum tað er trupult at finna eina mynd av á facebook, har hann ikki stendur, situr ella liggur við einari øl í hondini. Ikki júst ímyndin av økinum, sum á manna munni bara verður rópt Bíbliubeltið, og har 54 prosent av fólkunum siga seg biðja dagliga ella oftari.

Eg má viðganga, at eg ivaðist, um eg skuldi taka av tilboðnum, tí eg, sum ikki einaferð, var staddur til ein tónleikafestival í Danmark. Men eg helt, at eg mátti taka av møguleikanum, tí eg ivist stórliga í, um eg fór at fáa hann aftur.

Hetta er eisini ein serlig Eystanstevna, tí hetta er nokk síðsta Eystanstevnan, áðrenn Eysturoyartunnilin letur alment upp. Ein portalur til Havnina er opnaður í Rókini, og tað kemst ikki uttan um, at hann fer at broyta fortreytirnar her á staðnum. Frá at vera eitt slag av ídnaðarblindtarmi her á eystara armi á Skálafjørðinum, so verður Runavíkin brádliga partur av landsins miðdepli. 15 minuttir frá Vaglinum og valdinum í Havn, eru vit mong, sum hugsa; 15 minuttir frá Sirkus og Sodoma og Gomorra í Havn, hugsa óivað onnur; meðan fyri onnur verður tað 15 minuttir frá einum risa marknaði og nógvum møguleikum, nú triðstørsti býurin í landinum brádliga verður knýttur at tí størsta við 20.000 fólkum.

Hvussu hetta fer at broyta staðið, og hvørjar avbjóðingar tað hevur við sær, ja, tað skal eg hugleiða meiri um seinni.

At vaksa upp í Runavík
At vaksa upp í Runavík í sjeyti og áttati árunum var sum at vera við í filminum Ground Hog Day. Tað er filmurin, har kendi skemtarin Bill Murray spælir ein hjartaleysur sjónvarpsvertur, sum noyðist at endurliva sama dagin umaftur og umaftur. Tey somu fólkini, tær somu hendingarnar, tey somu støðini í sama býi. Her var ikki so nógv at ganga uppí, og heimur okkara strekti seg ikki so ræðuliga nógv longri enn úttsýnið rakk: Yvir á Strendur, inn í Skálabotn - orsaka Skálafjørð - og út á Toftavatn. Fóru fólk ein bilitúr, so var tað ofta runt Agnið, inn á Lambareiðið at venda, áðrenn farið varð aftur til hús ofta við einum kramarísi í hondini, um tað var summar, og einum bakka við grillmati, um tað var vetur. Og hevði tú hug at fara út at dansa, ja so var eingin orsøk at vara tvassandi til Havnar, tí í Glyvra Bio spældu bæði lokalir og landskendir bólkar sum Skorar, Hjarnar og Frændur.

Men tað kemst ikki uttan um, at tað at búgva í Runavík var sum at búgva í einum potti, har alt mól í klingur og einki og eingin ordiliga fór nakran veg. Tað var - fyri at siga tað bart út - eitt sindur klaustrofobiskt. Og so hjálpti tað heldur ikki upp á trivnaðin, at fóltbóltsliðið hjá okkum var eitt JoJo-lið, sum flutti upp og niður úr bestu mansdeildini. Hetta var serliga svárt, tí toftamenn stóðu her omanfyri á tí, sum vit plagdu at kalla Golan heyggjunum, og flentu eftir okkum, meðan teir vunnu eitt meistaraheiti fyri og annað eftir. Tí kann eg ikki lata vera við at gníggja mær eitt sindur í hendrunum, nú vit innanmenn hava verið oman á síðani einaferð miðskeiðis í 90unum, hóast eingin fer væl av, at annar fer illa.

Vakurt og veðurgott
Samstundis vuksu vit runavíkingar upp á einum sera vøkrum og ikki minst veðurgóðum stað, har vit kundu reika úr fjøru til fjals, sum okkum lysti. Nógvir tímar eru farnir við at fanga síl í Løkini her niðanfyri, klórast niðri í fjøruni og runt Lynfrost, og byggja smáttur og tundurflakar úr yvirskotsviði frá Timburhandlinum og flamingo kassum, sum vórðu brúktir at frakta rúsdrekka til landið. Lat meg siga tað soleiðis: Tað manglaðu ongantíð tundurkassar í Runavík. Og so kundu vit smádreingir eisini finna upp á at rógva tvørtur um fjørðin til Strendur í smáum árabátum. Eingin vaksin var við, eiheldur nakar bjargingarvestur, hóast eingin av okkum dugdi at svimja. Í dag vóru vit ikki komnir nógv tøk út um molan, áðrenn barnaverndin hevði verið eftir okkum og ikki minst foreldrum okkara.

Hæddarpunktið á árinum var Eystanstevnan, sum eg minnist sum nakað heilt serligt. Býurin var flaggskríddur, tað komu nógv fólk til býin, og tað var kappróður, fótbóltur, skjótitelt og candy floss. Stemningurin var elektriskur.

Fyrstu ferð, eg kann minnast at hava verið í dansi, var í einum tjaldi, sum stóð í skúlagarðinum á Glyvrum. Skorar, við Edmundi Jacobsen á odda, spældi, og eg havi ikki verið meira enn 11-12 ára gamal. Hvussu tað hevur eydnast mær at júka mammu okkara til at lova mær inn í hetta syndanna stað, veit eg ikki. Vit spældu sjálvir tónleik og høvdu orkestur, so áhugin var har, og allarhelst hevur mín luttøka verið treytað av, at Kartin stóribeiggi ansaði eftir mær.

Hetta var ein spennandi og forboðin heimur at sleppa inn í, tí tað luktaði av øl og ólevnaði. Eg minnist so týðiliga, at systkinabarnið, Rúni, sum mundi vera um tey 18 árini, var ljóðmaður. Hetta var rættiliga kul, tí hann sat og skrúvaði upp á ein stóran og sera smartan ljóðpult. Men tað mann hava gingið nakað váttliga fyri seg kvøldið fyri, tí eg gloymi ongantíð, at Rúni brádliga sovnaði niður á pultin og koyrir øll ljóðførini for frá við tí úrsliti, at alt fór upp at ýla.

Hvat er Runavík?
Tá alt kemur til alt, so var tað ikki so galið at vaksa upp í Runavík. Men lat okkum nú ikki standa og lúgva fyri okkum sjálvum. Runavík er eisini ein grótharður ídnaðarbýur, bæði í útsjónd og mentan. Eitt sterkt trúarlív hevur myndað staðið meira enn nakað annað, og her hava búleikast arbeiðsfólk og handverkarar, sjómenn og skiparar, reiðarar og vinnulívsfólk, og so onkrir lærarar. Tað var sera langt millum fólk við hægri akademiskum útbúgvingum, og hvat skuldu tey í grundini gera her á staðnum?

Eg minnist, at raski útróðrarmaðurin Meinhard Olsen, sáli, - abbi fótbóltsspælaran - einaferð tók til, tá hann møtti pápa mínum niðri á kaiini:
"Dugir tú at telva?" spyr Meinhard pápa mín.
"Nei," mátti pápi mín viðganga, at tað dugdi hann ikki.
"Allir klókir menn duga at telva," segði Meinhard, áðrenn hann fór víðari, og pápi mín stóð so nipin eftir.

Alt hetta hevur sín uppruna í, at Runavík er ein ungur býur. Í veruleikanum kom fyrst ein vegur, síðani eitt flakavirki miðskeiðis í fimtiárumum, og rundan um hendan veg og flakavirkið búsettust tilflytarar, sum fluttu til hendan niðurseturbý fyri at finna arbeiði og eydnuna. Í roynd og veru kann mann siga, at Runavík minnir mest av øllum um ein hesum kovboybýum, sum vit kenna frá The Wild West. Ja, ella Klaksvík, sum eisini vaks skjótt bara fyrst í 20. øld, men Klaksvík og ein kovboybýur eru í roynd og veru tað sama.

Eg eri sjálvur eitt beinleiðis produkt av hesari tilflyting. Leitisstein familjan hjá mammu mínari hevði annars búsett seg í Klaksvík. Abbi mín, Aksel, var blikksmiður, og tað sama varð sonur hansara Zacharias. Men tá vinnumøguleikarnir í Klaksvík fækkaðust í fimtiárunum, valdi tey at flyta til Runavíkar at royna eydnuna her á staðnum, og takk havi lov fyri tað, tí annars hevði eg tosað klaksvíksmál og nokk itið Jákup (Jaaakee).

Soleiðis hevur tað verið hjá teimum allarflestu. Foreldrini hjá so at siga øllum mínum vinmonnum vóru tilflytarar, og eg plagi at siga, at vit eru fyrsta ættarlið av runavíkingum. So nógv er flutt til Runavíkar, at sjálvt navnið á okkara høgtelskaða fótbóltsfelag, NSÍ, er innflutt, Nes Sóknar Ítróttarfelag

Menningin hevur verið so kolossal og skjót, og mann hevur ikki ordiliga megnað at fylgt við. Gaman í, mann hevur roynt at fylt út og stoypt og asfalterað, fyri at nøkta átrokandi tørvin á kaikanti og ídnaðarøkjum. Virkir, fyritøkur og handlar eru eisini sprottin sum hundalond á kaini og framvið niðaravegi, sum hann altíð fer at eita í mínum hugaheimi. Mann hevur ongantíð ordiliga havt tíð at sett seg niður og spurt seg sjálvan: Hvussu innrætta vit okkum best her á staðnum? Hvat fyri býur skal Runavík í grundini vera? Og hvat skal eyðmerkja fólki, sum býr her á staðnum?

Tað hevur verið totalt Ad Hoc, sum merkir, at tingini eru gjørd eftir tørvi og ikki eftir einari størri ætlan fyri býin. Alt hevur snúð seg um at fáa vinnulívið at støðast, so fólk hava kunna fingið tak yvir høvdið og mat á borðið, og tað er í grundini væl skilligt. Besta og mest eyðsýnda dømið upp á hetta er nokk grótbrotið mitt í býnum. Tá mann skuldi gera molan í síni tíð, ja, so fór mann treytaleyst stytsta veg gjørligt eftir grótinum, beint niðan í lendið, við tí úrsliti, at eitt sár til allar tíðir er mitt í býnum.

Samanhald, samleiki og rótfesti
Ógvusligi vøksturin gevur í dag eitt sindur at bíta. Nógv kunnu vit siga um okkara heimbý, Runavík, men vakur er hann ikki beinleiðis. Tungur ídnaður og bústaðir eru bygd oman á hvørt annað. Stór skip liggja við kai 50 metrar frá har, ung foreldur royna at leggja børnini at sova og turka klæði. Smiðjur, bensinstøðir, handlar og pakkhús liggja hvørt um annað, og her er ófatiliga nógv bilferðsla gjøgnum býin.

Ein onnur avleiðing av, at Runavík er vaksin so skjótt, hevur eisini verið, at samanhaldið millum fólk hevur higartil verið so sum so. Vit hava havt trupult við at standa saman um nakað, tí fólk í grundini hava havt so lítið í felag, uttan at tey hava búsett seg sama stað. Og so hevur tað eisini verið torført at fingið eyga á ein felags samleika hjá fólkunum her á staðnum.
Navnframi glyvramaðurin og tónleikarin, Niclas Johannesen, og eg sótu einaferð og hugleiddu um, hvørt tað finst nøkur serlig dialekt her á staðnum. Jú, helt Niclas, vit, sum eru uppvaksin her á eystara armi á Skálafjørðinum, vit mumla ella mutla, sum tað eitur á føroyskum. Eg mátti geva Niclasi rætt, tí hetta kendi eg ótrúliga væl aftur, serliga síðani eg byrjaði at arbeiða í útvarpinum. Hoyri tað eisini aftur hjá vinmanninum og starvsfelaganum Jan Lamhauge, sum eisini er her frá staðnum. Vit runavíkingar mutla. Annars segði mín bersøgni og hittinorðaði starvsfelagi í útvarpinum, Høgni Djurhuus, sum sjálvur stamar, at mann skuldi antin vera lærari ella hava eina talufeil fyri at fáa arbeiði í útvarpinum.

Men hetta við samahaldinum er broytt við tíðini. Samanhaldið millum fólk her á staðnum er nógv betri nú, og vit standa veruliga sterk saman um serliga ítróttarfeløgini NSÍ og Støkk. Og eg síggi eisini tekin um, at tey rættiliga djúpu skilnaðarmørkini millum trúarlív og vertskap her á staðnum spakuliga byrja at bloytasta upp, og er tað alneyðugt, at vit rúma hvørjum øðrum, nú ein so stór broyting stendur fyri framman.

Hvat fer at broytast?
Akkurát hvat fer at broytast, nú Eysturoyartunnilin skjótt stendur liðugur, er tann brennandi spurningurin? Og hvussu tað fer at ávirka fólkið her á staðnum, er enn ov tíðliga at siga. Men sum kendi brasilianski rithøvundurin Paulo Coelho, ið millum annað hevur skrivað bókina “Alkymisten”, segði: "Life can only get better by change", also at lívið kann bara gerast betri við broyting.

Broytingin kemur við Eysturoyartunnlinum, um vit ynskja hana ella ikki, og tí er umráðandi at taka væl ímóti henni og brúka broytingina til at skapa fortreytir fyri einari betri tilveru og trivnaði her á staðnum. Tí síðsta skotið í Eysturoyartunnlinum var í mínum hugaheimin eisini startskotið til næstu útgávuna av Runavíkini, ella tað, sum á teldumáli eitur 2.0.

Higartil hevur alt í Runavík snúð seg um at skapa fortreytir fyri, at vinnulívið skal støðast og mennast, og friður verið við tí. Men nú er tíðin búgvin til at hugsa um, hvussu mann fær fólki at støðast og trívast her. Tí næsta stóra tilflytningin er byrjað. Eitt nú hevur mín dugnaligi hárskeri, Linda Olsen, sum er havnakvinna, valt at seta búgv her saman við sjeikinum, sum er suðuroyingur. Tilknýtið til staðið var einki frammanundan, men Eysturoyartunnilin gevur teimum møguleikan at búgva her, og tí eru tey komin hendanvegin, eins og foreldraættarlið okkara gjørdi tað í síni tíð. Og nógvir av teimum runavíkingum, sum hava nomið sær hægri útbúgvingar uttanlands, men kanska arbeiða í Havn, velja aftur at búseta seg í heimstaðnum.

Hetta fer at geva eitt meiri fjølltáttað fólk, sum búleikast her á staðnum, og krøvini til býin fara eisini at broytast. Tað verður ikki longur nóg mikið bara at hava eitt arbeiði og tak yvir høvdið. Trivnaður í ein modernaðum býi er eisini eitt ríkt mentanarlív, og har er heldur ikki longur nóg mikið bara at hava møguleikan at fara í kirkju ella í eina samkomu.

Størsta avbjóðingin hjá Runavíkini, nú Eysturoyartunnlinum letur upp, verður um hetta staðið bara skal vera ein gjøgnumkoyring til Havnar ella ein áhugaverdur býur, sum fólk tíma at búgva í og vitja?

Men tað er nógv, sum bendir á, at fólk eru klár til avbjóðingina. Herfyri var Mentanarvikan í Runavík, og var skráin ótrúliga áhugaverd og fjøltáttað. Mentanarkjakið, sum skipað varð fyri í sambandi við Mentanarvikuna, bar eisini vitnisburð um, at býráðið veruliga arbeiðir miðvíst við at hava meiri fokus á mentan við einum mentanarpolitikki. Og økið við flotta skúlanum, ítróttarhallunum og skótahúsi er fyrimyndarligt og nakað, sum nógv øvuda runavíkingum. Og so gleðir tað meg almikið, at mann við hepni hevur latið ein tann vakrasta blettin í landinum, Toftavatn, upp fyri fólki at njóta við snotiligum gøtum. Nógv eru tey, sum fara úr Havn inneftir at ganga túrin og njóta friðin við Toftavatn. Í dag vænti eg, at mótstøðan móti at lata Eysturoyartunnilin koma upp við Toftavatn hevði verið munandi størri enn í síni tíð, tá tað bara vóru Tóta Árnadóttir og Kári Sverrisson, sum koma úr Havn og Toftum, og so lokali listamaðurin Øssur Johannesen sum talaðu alment at ætlanina.

Og so er tað alt kjakið um innkomuvegin frá tunnlinum og ætlanirnar um ein miðbý. Tað er alt avgerandi fyri trivnaðin her á staðnum, at fólk fáa ein miðbý og harvið fáa eitt sindur av samling á hendan spjadda bý. Teir tankar, sum heimskendi arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur skitsað fyri kommununa, eru ótrúliga spennandi. Innkomuvegurin verður lagdur í eina lokarennu, og økið kring gamla handil, har Løkin rennur út á sjógv, verður gjørt til eitt miðbýarøkið. Eisini hugskotið, at taka ein part av gamla flakavirkinum upp í miðbýin, er ótrúliga áhugavert. Hetta er nakað, sum er roynt aðrastaðni, eitt nú í Keypmannahavn, har býarlívið er flutt inn í gamla Kødbyen. Tað er heilt serligt at ganga heim um náttina eftir ein býtúr og hoyra og lukta kjøtframleiðsluna, sum enn er í Kødbyen lið um lið við spennandi mat- og kaffistovu, barrir og náttklubbar.

Tað gleðir meg eisini at síggja, at fólk eru byrjað at rebranda Runavíkina og hugsa eitt sindur uttan fyri kassan, eitt nú Eystanstevnan, sum er ein av kroystu summarstevnum. Hetta vikuskiftið er eisini Country-festivalurin í Sørvági, Oyggjadagar í Havn og fleiri konserttiltøk, ið taka fokus frá stevnuni. Men heldur enn at fella í fátt, so hevur mann brotið upp um armar og roynt at hugsa nýggjar tankar. Skráin er góð og egin, og frálík tiltøk sum Runutusk og gummibátatreff eru sovorðin, sum vekja ansa. Herfyri varð eisini skipað fyri einum sera væl eydnaðum drive in bio á oljukaini í Søldafirði. Og nú er gamla gula kioskin hjá Elisabeth mitt í býnum vorðin ein listaskáli.

Yvirhøvur snýr hetta við at gera seg kláran til nýggju tíðina við tunnlinum eisini um at finna sín egna samleika. Vit runavíkingar skulu ikki renna undan okkara upphavi, men brúka tað til at skapa Runavík 2.0. Vit koma frá einum ídnaðarbýi, og eitt stað sum Gula smiðja, sum ætlanin er skal vera eitt slag av mentanarmiðdepli, rúmar øllum hesum. Ein karrráur smiðjubygningur við stórum vindeygum, sum hevur eina sál, ið er myndað av framburðinum hjá staðnum. Gula smiðja hevur staðið, meðan býurin er vaksin fram, og tí er umráðandi, at mann ikki broytir hana ov nógv, tá mann fer í holt við at seta hana í stand, men letur Gulu smiðju fortelja søguna um staðið hon er sprottin burturúr.

So skulu fólk her heldur ikki royna at apa seg eftir øðrum, men heldur royna att skapa sítt egna og lata onnur apa seg eftir tykkum. Tosaði við ein mann í gjárkvøldið, sum mintist, hvussu hugtakandi tað var at vitja Runavíkina um jóltíðir seint í áttatiárunum, tí mann var langt frammanfyri restina av landinum við at pynta býin við ljósperum og annað.

Og at enda, so vil eg mæla til, at lurtað verður eftir fólkinum, sum her býr, tá tey siga til og frá. Runavíkingar eru ikki erkvisin fólk, og tey siga ikki frá uttan so, at tey veruliga hava ampa av onkrum. Tað snýr seg um samahald og at hava virðing fyri meiningunum hjá hvørjum øðrum og rúma teimum, heldur enn at spotta og niðurgera hvønn annan. Á tann hátt beri eg ongan bangheit fyri, at tað ikki skal ganga bæði býnum og fólkinum væl í komandi tíðum.

Takk fyri álitið og framhaldandi góða stevnu og nátt.