HEIM
08.06.2016

Ruddingardagur

Fríggjadagin 10. juni 2016

Frá kl. 16:30 til kl. 20:00

Runavíkar kommuna skipar fyri ruddingardegi og heitir á allar borgarar um at luttaka og saman við kommununi at vera við til at fríðka og hugna um umhvørvið

Ruskposar verða at fáa á hesum støðum frá kl. 16:30

Æðuvík – við Missiónshúsið

Samskipari: Áki Højgaard tlf. 256919

Rituvík – við Missiónshúsið

Samskipari: Áki Højgaard tlf. 256919

Runavík, Saltangará og Glyvrar við teltið við bátahylin á Bakka á Glyvrum

Samskipari: Áki Højgaard tlf. 256919

Lamba og Lambareiði – við spæliplássið og Lamba skúla

Samskipari: Áki Højgaard tlf. 256919

Søldarfjørður og Skipanes við spæliplássið Søldarfirði

Samskipari: Jonhard Danielsen tlf. 212099

Skála  við Ítróttarhøllina á Skála

Samskipari: Hanus Heinesen tlf. 220352

Skálafjørður við gamla skúla í Skálafirði

Samskipari: Hanus Heinesen tlf. 220352

Oyndarfjørður við skúlan í Oyndarfirði

Samskipari: Jóhan Vest tlf. 585851

Elduvík og Funningsfjørður – við Funningsfjarðar skúla

Samskipari: Eyðfinn Pattinson tlf. 741347

Funningur – við Funnings skúla

Samskipari: Hanus Heinesen tlf. 220352

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum har tey búgva.

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið vegnum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað, sum ikki brennur við síðuna av ruskposanum.

Húsarhaldsrusk verður ikki tikið við.

 

Tá liðugt er at rudda, bjóðar kommunan suppu frá kl. 19:30

Øll eru vælkomin at fáa suppu á hesum støðum:

Í teltinum við bátahylin á Bakka, Niðri á Støð á Glyvrum fyri bygdirnar:

Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba.

Við spæliplássið í Søldarfirði fyri bygdirnar:

Søldarfjørður og Skipanes

Í skúlanum í Funningsfirði fyri bygdirnar:

Funningsfjørð og Elduvík

Í ítróttarhøllini á Skála fyri bygdirnar:

Skála og Skálafjørður

Í skúlanum í Oyndarfirði

Í Skúlanum í Elduvík

Í Skúlanum í Funningsfirði