HEIM
11.02.2015

RTS og Runavíkar kommuna hava undirskrivað sáttmála

Ferð verður nú sett á stóru vatnverkætlanina hjá Runavíkar kommunu. Hendan ætlan kemur at framtíðartryggja bæði vestara og eystara arm á Skálafjørðinum við vatni. Byrjað var í 2013, men nú verður verulig ferð sett á arbeiðið, sum endaliga skal verða liðugt í 2016.
Arbeiðið var boðið út, og var tað RTS Contractors í Runavík, sum vann innbodnu licitatiónina.
Fríggjadagin 6. februar var sáttmáli undirskrivaður í býráðssalinum millum RTS og Runavíkar kommunu.

Á myndunum síggjast Magnus Rasmussen, borgarstjóri og Svend Lamhauge, stjóri í RTS.