HEIM
21.03.2017

Rottangatøming á Skála

Seinni í hesi vikuni byrja fólk frá reinsitænastuni hjá IRF av tøma rottangar á Skála.

IRF heitir á fólk á Skála um at tryggja:

• at tangin er lættur at koma til
• at tað er grivið væl frá rundan um lokið
• at lokið er væl fest, men lætt at loysa
• at lokið er trygt og heilt
• at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

IRF 20. mars 2017