HEIM
02.09.2017

Rólant hann skal formaður vera

Røðan hjá Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, tá móttøka var fyri skipinum ”Róland”, á Bakka á Glyvrum seinrapartin í dag.

La Chanson de Roland er ein av elstu episku yrkingunum í europeiskum skaldskapi. Stórverk. Karla Magnus keisari stríddist á mongum hermótum og systirsonur hansara Roland, ein av kommandantum hansara, primus inter pares, fremstur av tólvjavningunum, var ikki hvør sum helst. Kortini mátti hann lúta fyri heidnu maurarunum í gitna Roncevaux-skarðinum har uppi í Pyrenearafjøllunum. Á markinum ímillum Frakland og Spaniu. Í føroyskum dansi – í Runsivalsstríðnum - hevur hann livað síðani, og navnið Rólant gjørdist vanligt mannfólkanavn á okkara leiðum.

Skyldmenninir á Bakka hava verið og eru mentaðir menn, og ivaleyst hava tey bæði Johan Hendrik og Jutta hugsað um navnframa fraklendingin, táið skírnin nærkaðist. Havi onkuntíð spekulerað yvir, hví foreldrini brúktu ta fronsku stavsetingina, Roland, og hóast eg ikki veit tað, giti eg mær til, at trímenningur Johan Hendriks, magistarin í søgu og fronskum, rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen, sum tíðum vitjaði skyldmenninar á Bakka, hevur havt ein fingur við í spælinum.

Eg var smádrongur í Syðrugøtu, táið eg á fyrsta sinni hoyrdi um Rólant á Bakka. Teir sum stóðu uttanfyri skivuna í handlinum hjá abba mínum, í Grógv, spjallaðu um mangt og hvat uppiløgudagarnar. Vietnam kríggið, sildafiskiskap, útróður og fótbólt. Serliga áhugaðir vóru teir í gongdini hjá KÍ, hetta var tíðin áðrenn Eysturoyggin varpaði alla mótstøðu burtur í tí leikinum. Í túninum var gongdin kanska nakað triviell, fáar óvæntaðar hendingar, men var ein nýggjur sjeikur farin at síggjast í grannalagnum, so mettu teir um hann framvið skivuni, vektaðu og mátaðu, og eg minnist enn, táið teir fóru at vurdera hendan unga glyvradrongin, sum tíðum, alt oftari, stakk inn á gólvið hjá Niklasi á Niðri. Tá óku menn ikki á bríkini ella lógu barlangir í rekkjuni gerandisdagar, pør sóust bara miku- og leygardagar, tað var so mangt annað sum skuldi fáast frá hondini.

Annu kendi eg, mamma fekk hana at hjálpa sær, táið eldra systir mín var borin í heim, og nú søgdu tey mær, at hetta var ein skyldmaður mín av Glyvrum, hon var farin at fjasast við, og sum gørdist alt meiri húsvandur í túninum - beint omanfyri har sum vit búðu. Haldi meg minnast, at menn høvdu gott eyga á hesum brasna unglinginum uttan av Bakka á Glyvrum.

Seinri gjørdust vit bygdarmenn her í bygdini, og eg havi ikki talið á øllum tímunum, vit hava starvað saman í økinum her, sum vit nú standa. Hvønn tøkan tíma, haðartil eg fór til skips, brúkti eg til at forvinna mær nøkur oyru á gamla virkinum, sum enn stendur uppi og er í brúki. Framtakshugurin, sum var atvoldin til at Bakkafrost varð stovnað í 1968, var ikki nýkomin. Entreprenørlyndið er gamalt í slektini, og Rólant var av sonnum ikki ein funtionertýpa. Ongin skriviborðsgeneralur. Hann var veiðimaður og hevði góð leiðaraevnir. Hevði óvanliga góð evnir at standa fyri, at ganga á odda, og at stíla fyri á gólvinum, altíð í eygnahædd við arbeiðsfólkið. Ein fittligur og óvanliga skemtingarsamur maður, men av røttum kravdi hann, at vit hingu í, skuldu virkið og mongu verkafólkini eiga dagin í morgin og framtíðina. Sum tað stendur í kvæðinum um Runsivalsstríðið: Rólant hann skal formaður vera. Og hann var sum stoyptur til at ganga á odda – at vera í broddi fylkingar.

Tað tykist vera eitt krav á okkara døgum, at stjóraflippurnar í ummáli eru sum vindskeiðir og at slipsini veittra sum breiðfokkur í lotinum. Hetta var ikki stílurin hjá brøðrunum. Hans, Rólanti og Martini. Teir vóru fyrst og fremst arbeiðsmenn. Av Guðs góðu náði, havi eg hug at siga, arbeiðsnarkomanar rópar onkur hetta slagið, sum ongantíð bindur frið. Ketilssdraktskapitalistar, sum ikki funnu trivna inni við radiatorarnar. Stútt og støðugt vóru teir á vinnuhermótinum, tað var meiri sakin enn botnlinjan í rokniskapinum sum stjórnaði teirra lívi. Regin hevur síðani staðið fyri tí stóru menningini, sum vit síggja á Bakka í dag, og í keypskálanum og í hóslagi við almektigu partabrævakeypararnar skal hann síggja út sum ein time-management figurur við stálbrillum, men tann kendi jovialiteturin hjá bakkamonnunum er eisini farin at eyðkenna hann í gerandisdegnum , - táið neonljósini á Oslo børsinum ikki skyggja niður á flippurnar og slipsið.

Áðrenn Regin kom upp í leikin av álvara mátti Hans sjálvandi, partvíst, taka sær av skrivstovuni. Tí var Rólant kanska meiri nærverandi fyri okkum sum baksaðust á gólvinum. Rólant var nær knýttur at pápabeiggjanum, hinum legendariska Klæminti á Bakka, ein kempa í allar mátar, bæði í høvdi og kroppi, og hesir báðir fingu stóran týdning fyri ein blaðungan mann sum meg. Tað var Klæmint sum óræddur fór fram á dekkið á guvuskipinum Niels Finsen, í gitnu orkanini á Kappanum í 1939, og tók eitt oljufat fyri og annað eftir, og tømdi tey út av lúnningini, fyri at kyrra sjógvin, meðan Jústines í Oyndarfirði tók kommando´ina og stýrdi skipinum úr ruðuleikanum. Sterkasti maður eg havi kent, og Rólant plagdi at siga frá einu ferðini teir royndu at flyta ein seksæring, sum stóð í vegin uppi á landi á Bakkabrúnni, at teir ikki vikaðu honum. Tá kom Klæmint har og bað teir flyta seg. Hann klípti um stevnið og spurdi bara, hvørja plasering teir ynsktu, so var tað málið avgreitt. Teir báðir gjørdu manga veiðiferðina saman. Hetta var tíðin áðrenn tær báðar, pizza og pasta, hertóku landið. Varmafløskan, rugbreyðið og føroyski viðskerin vóru álitið, tá vit skutu okkum niður ímillum tunnurnar, táið ein løta var. Og ein Niemeyer kundi vera góð sum postludium.

Á ein sjáldsama vinskipiligan, virðiligan og lagaligan hátt lærdu teir okkum disciplin, at leggja sildina, at bryggja laka, at sláa tunnur til, og tað var ikki altíð bara sum at siga tað, at fáa gjarðarnar at sita soleiðis, at tætt varð. Ja, teir lærdu okkum ungu at samstarva og annars alt tað sum kravdist, fyri at dagsins gerningur skynsamiliga og nøktandi kundi fáast frá hondini. Tað kendist stimbrandi sum ungur at virka á Bakkafrost, tað gav ein dyggan førning, sum tað mangan hevur verið brúk fyri seinri, og eg minnist at eg einaferð tilvildarliga kom at standa undir liðini á Hansi, tá ein journalistur var komin at intervjúva hann. Spurdur hví teir vóru farnir undir hetta virkið, svaraði hann, at tað var fyri at spaða til tann rætta vegin í samfelagnum. Soleiðis hugsaðu teir allir. Hetta var kreddan. Leyp nakað av, høvdu teir ikki stundir at brúka tað í eginnýtslu, tí arbeiðsdagurin var fyri tað mesta frá tí at eygnalokini lættu sær á haðartil tey løgdu seg aftur av møði. Hertiknir av arbeiðshugi - strugglarar av Guðs góðu náði.

Robert Joensen skrivar í bókini Útróður 1845-1945 um eina ferð, teir fóru av Klakksvíkini út á Skálafjørðin, við útróðrarbátinum Varpinum, at fáa sær sild til agn. Bókin kom út í 1946 – fyri meiri enn 70 árum síðani. Teir stimaðu inn í botnin á fjørðinum, botnarnir vóru óførir driftarar eftir sild, og norðingarnir, ið nú søgdu seg at vera á Føroya besta sildafirði, spjallaðu sjálvandi um umhvørvið og kringumstøðurnar. Robert skrivar: ”Ei undur í, at útróðrarmenn lata orð falla um, hví so fáir útróðrarbátar eru á Skálafjørðinum, har sildin so at siga altíð er tøk. Ov lítið fyriskipað uppi á landi, er einasta svarið frá útróðrarmonnum. – Helst er tað so.” Citatið endar.

Langt er á útróðrarleið úr Skálafirði, men nógv er broytt síðani autodidakti fólkalívsfrøðingurin, rithøvundurin og yrkjarin Robert á Eiðinum, av Gerðaslagnum, gjørdi hesa eygleiðingina. Nú standa vit uppat einum vinnukastali – skansa - í heimsflokki. Sildin var byrjanin, men bakkabrøðurnir lupu líkasum agnið um og fóru undir at industrialisera við tilfeinginum, sum lá fyri fótum okkara. Sild í tunnur, marineraða og kryddaða sild í gløs og nú snøggligu laksaportiónirnar, komnar av føroyskum firðum og sundum, sum bíða eftir kræsnum gómum í kølidiskunum kring um í øllum heimsins metropolum. Júst hetta, at vera frammanfyri sína tíð, áhaldandi at menna, at industrialisera, er helst loynidómurin handan succés´ina vit vitja í dag, nú vit taka ímóti Rólandi, sum verður ein avgerandi faktorur, til tað at fáa kervið at hanga burðardygt saman, frá tí at rognið kemur í eyga, umvegis smoltið og tøka laksin, fram til svongu kundarnar í New York, Moskvu, München, Beijing og Buenos Aires.

Tað er hugaligt at hava fingið tað í uppdrag, í eina avmálda tíð, at standa fyri eini kommunu, har virkishugurin hjá fólki er so ovurstórur. Í hesum isoleraða førinum haldi eg meg kunna siga, at vit eru sjónarváttar til eitt heimsmet. Í okkara kæru bygd – á Glyvrum. Tað man vera undantakið, at tað eru tvær ferðir so nógv arbeiðspláss í eini bygd sum tað eru borgarar, men hetta er veruleikin, nú Regin hevur rationaliserað og miðsavnað tað mesta av samtakinum her, sum vit leiktu í fjøruni, róðu á flakum, stóðu á seiðabergi, svumu og í ungdómsins fávitsku framdu manga óskyldugu beistagerðina.

Borgararnir í Runavíkar kommunu fegnast um virksemið og gongdina. Fari eisini at takka leiðsluni fyri, at tað altíð ber til at støkka inn á gólvið við fremmandum gestum, sum allir vilja sleppa at síggja hendan Fønix fuglin, sum flýgur hægri enn nakrantíð. Havi hildið, at Regin fór at troyttast av hesum, men hann hevur verið góður í ávikum. Fari eisini at ynskja the grand old lady – Oddvør – av Høgabóli, hóast vit bara nevna hana Oddvør á Bakka, til lukku við nýggjasta átakinum í konsernini. Hon hevur verið partur av øllum frá byrjan, og eg gloymi ongantíð ta einu náttina eg við lítlum umhugsni leyp niður á eina fjøl, har ein sjeytummaseymur stakk seg upp undir ilina og upp ígjøgnum fótin. Tað var sum í Høgna tátti: ” Sveinur skuldi ljósið skara, er mær ei á tí hól, ljósið brendi í fótablað, niður í hallargólv.” Hans var skjótur í vendingini, fekk Oddvør undan rekkjuváðini, og hennara heitu, mjúku og fjálgu hendur fingu skjótt bilbukt við hin særda fótin. Gott at hava eina sjúkrasystir við hondina í samtakinum, táið onkur av gáloysni kom sær illa fyri. Eftir eina maltøl úr handlinum óku vit omanaftur fyri at fáa rávøruna til høldar, soleiðis var tann tíðin.

Mangt er viðurfarist okkum europearum síðani 778, táið Ólavur bað Rólant blása í hornið Ólivant fyri at Karl kundi hoyra og koma teimum til hjálpar. Navnin – okkara Róland – er saman við brøðrunum farin heim í teir ævigu bústaðir, men jarðarverkið livir, og verður stjórnað av tryggum og dugnaligum hondum. Um tey eta laks frá Bakkafrost í Roncevaux er ikki til at vita, hetta er bara ein evarska lítil bygd, 1 kilometur sunnanfyri skarðið, har Rólant stríddist manniliga og fall í Runsivali. Navnið hevur kortini ongantíð verið nærri okkum enn júst nú, vit taka ímóti hesum stásiliga skipinum hjá Bakkafrost.

Bygdarkonuni Onnu – bæði úr Syðrugøtu og av Glyvrum - og fjølskyldu hennara, fari eg at ynskja hjartaliga til lukku við navninum, valari kundi valið ikki vera, at uppkalla hesa snekkjuna upp eftir einum látnum heiðursmanni, sum var við til at leggja grundina undir tað stórverk, sum stendur fyri eygum okkara í dag.

Fari við hesum at ynskja okkum øllum til lukku við hesum framtakinum og eftir er bert at siga, at vónandi heldur hin Almáttugi sína verjandi hond yvir fólki og gøgnum í samtakinum Bakkafrost í tíðini, sum bíðar eftir okkum fyri framman.