HEIM
30.11.2016

Røðan tá jólatræið í Runavík bleiv tendrað

Jólatræið í Heiðunum 2016

Háttvirda samkoma!

Tað man lítil ivi vera um, at desember mánaði er hin mest hugnaligi í árinum. Um vit spyrja børnini, er svarið greitt: Desember mánaði ber av øllum.

Hetta er ein hugnalig tíð, tíðin undan jólum, sjálvt um hon setur krøv, bæði tá talan er um tíð og orku. Vit pynta og fyrireika og vónirnar taka til bæði hjá børnum og vaksnum.

Vit eru savnað í Heiðunum, beint undan fyrsta sunnudegi í advent, nú jólatræið er sett upp og verður tendrað. Eg hugsi, at vit skjótt kunnu gerast samd um, at jólatræið er avbera vakurt í ár. Tað er jólatræið, ið hevur sett okkum stevnu. Ongi jól uttan jólatræ. Jól og jólatræ hoyra saman.

Eg minnist týðuliga sum smádrongur, eg vaks upp á bygd, hugnan og gleðina, ið var knýtt at døgunum upp undir jól. Eitt av hámarkunum var, tá jólatræið varð reist mitt í bygdini, heimi á Vaglinum, og varð tendrað. Hetta fer einum ikki úr huga: Tann vakra og friðfulla myndin, ið sýndi seg fyri barnaeyganum, tá ein týðliga um morgunin leit út gjøgnum sprossavindeygað og heim á Vagl; foldin skrýdd í hvítasta lín, og tað lýsandi jólatræið, ið kastaði glæmu sína á reina kavan.

Hesin skikkur at savnast um eitt jólatræ undan jólum hevur eftir øllum at døma uppruna sín í Týsklandi. Haðani er siðurin komin til Danmørk og hini norðanlondini. Til Føroya eru jólatrøini óiva komin við donsku embætisfólkunum.

Meðan fólk flest keypa sær eitt jólatræ og hava tað standandi í stovuni á jólum, var øðrvísi fyrr í tíðini. Tá høvdu tey fægstu jólatræ. Men, tað var ikki óvanligt at fólk gjørdu sær eitt jólatræ. Mentakvinnan, Jóhanna Maria Skylv Hansen úr Nólsoy, sigur einastaðni frá um “Jólatræið í Ternuvík”. Dreingirnir høvdu verið í haganum eftir mosa og lyngi.  Beinaræðið til træið stóð á gólvinum í skúlastovuni. Skúlameistarin gekk og skoðaði træið, um tað nú var evnað til, sum tað átti. Har varð vavt og har varð bundið, til ongastaðni sást inn á tann hvíta viðin. Hetta mosajólatræið sá út  sum stóð tað og vaks upp úr skúlagólvinum. Kramarhús, kurvar og hjørtur hevði hann latið rosinur og brúnsukur uppí, og træið varð so taglað til við einum og øðrum vøkrum afturat, so tá ljósini vórðu tendrað, glitraði træið frá ovast til niðast. Øll í bygdini, bæði ung og eldri, vóru boðin til jólatræ, og tað varð dansað rundan um mosajólatræið.

Ævintýraskaldið, H.C. Andersen, skrivaði 1845 ævintýrið, ið hann kallaði “Granntræið”. Granntræið stóð vakurt úti í skógini og hevði so nógvan skund við at vaksa, at tað hugsaði ikki um heitu sólina og ta frísku luftina. At vaksa og gerast stórt og gamalt, tað var tað einasta og besta her í verðini. Um jóltíðir vóru ung trø feld, og tey vóru løgd upp í vagnar, og so fóru rossini dragandi við teimum út úr skógini. “Hvar munnu tey fara?” spurdi granntræið. Og “hvat høvdu tey í væntan?” “Gleð teg við mær”, søgdu luftin og sólarljósið. “Gleð teg, at tú stendur frískt og frælst og ungt úti á markini!” Men træið dugdi als ikki at gleða seg. Tað vaks og vaks, bæði summar og vetur stóð tað grønt. Fólk, sum sóu tað, søgdu: “Hatta er eitt deiligt træ”.

Í adventini varð tað fyrst av øllum høgt niður. Tveir tænarar komu í fullum tænarabúna og bóru granntræið inn í ein stóran, prýðiligan sal. Bæði tænarar og døturnar í húsinum gingu og pyntaðu tað. Tað sá stásiligt út. “Á” hugsaði træið, “bara kvøldið var komið! Bara ljósini vóru tendrað. Og hvat man so fara at henda?” Og kvøldið upprann við glitur og gleim, og bæði børn og vaksin dansaðu um tað og tóku tinganest av tí. Træið gleddi seg til komandi dag, og aftur at vera latið í ljós, leikutoy, gull og fruktir.

Um morgunin komu ein húskallur og ein arbeiðskona inn. Tey tóku træið og bóru tað upp á loftið, og har í ein myrkan krók, hvar ongin ljósglæma var at síggja, settu tey tað.

So var tað ein morgun, at fólk komu at rudda uppi á loftinum. Granntræið, ið varð borið út í tún, hugsaði: “Nú fer lívið at byrja av nýggjum”. “Nú skal eg liva”, sang tað og breiddi greinar sínar út. Men gakk, tær vóru allar følnaðar og gular, og tað varð tveitt í ein krók millum notur og annað burturkast. “Liðugt, liðugt!” segði neyðars træið. “Bara eg hevði dugað at glett meg, meðan eg kundi!” Og húskallurin kom og høgdi træið til pinnabrenni.

Hetta er eitt frálíkt ævintýr at lesa fyri børnunum um jólini, og vit hava tað í føroyskari týðing eftir Marius Johannesen. Men, ævintýrið um Granntræið hevur ein serstakan boðskap, ið er ætlaður teimum vaksnu. Ævintýraskaldið, H. C. Andersen, ber okkum tey boð: Virðismet lív títt í dag. Lat vera við at halda, at eydnan bíðar tær í døgunum sum koma. Gleð teg um henda dagin og hesa løtu.

Nú er tað at siga, at jólatræið hevur í sjálvum sær súmbolvirði. Bulurin er lodrættur og ímyndar sambandið millum himin og jørð. Jólaboðskapurin, ið brátt fer at ljóða um allan heim, ber okkum tey boð, at jólanátt gjørdist Gud menniskja í sveininum, føddur og reivaður í fjósinum í Betlehem við tí fyri eygað at leita menniskja upp. Tá kom av álvara samband í lag millum hitt æviga og hitt jarðiska.

Greinarnar á jólatrænum eru vatnrættar. Tær ímynda tað “millum menniskjansliga”. Greinarnar eru ein mynd av felagsskapinum. Á jólum finna vit saman: Foreldur, systkin, vinir og kenningar, og fjálga kenslan av felagsskapi verður styrkt og ment.

Ljósini á greinunum bera eisini sín týðuliga boðskap, at vit menniskju eiga at vera eins og smá ljós í týdninginum at vit fjálga um lívsmótið og lívsgleðina hjá hvør øðrum. Ikki bara á jólum, men allan ársins fagra ring.

Harafturat kemur, at jólatræið við stjørnu síni, ið minnir okkum á Betlehemsstjørnuna, ið leiddi vísmennirnar úr Eysturlondum til fjósið við gávum sínum, gulli, roykilsi og myrru, er vetrargrønt, og við góða anga sínum ímyndar einki minni enn lívsins træ í Eden aldingarðinum. Tí gevur tað góða meining at savnast um jólatræið upp undir sólstøðu. Jólatræið sigur okkum, at nú fer brátt aftur at ganga móti ljósari tíð.

Eg fari at enda at ynskja tykkum eina góða og hugnaliga adventstíð, og tá jólini upprenna, eini gleðilig jól.

Meinhard Bjartalíð