HEIM
05.12.2018

Røðan tá jólatræið í Runavík bleiv tendrað

Røða, sum Sæunn L. Nolsøe helt, tá jólatræið í Runavík bleiv tendrað leygardagin 1. desember.

Góðan 1. december øll somul, og vælkomin til eina fjálga løtu her á staðnum.

Eg fekk spurningin ein dagin, um eg kundi siga nøkur orð í sambandi við at jólatræið skal tendrast í Runavík í dag, og eg hevði hug at bera meg undan. Veit ikki, um tað var spyrjarin, sum dugdi væl at selja, men skjótt hugsaði eg, hví ikki? Hetta er næstan hugnaligasta tiltakið man kan koma í tankar um.

Lat meg beinanvegin viðurkenna, at eg elski jólini, og alt sum tað hevur við sær. Jólatræið, øll ljósini, pyntið, bakstur, hugna, gávur, jólatónleik og samveruna við øll eg elski og eri góð við. Fólk erunakað síðani so spakuliga byrjaði at tendra jólaljós við hús, nøkur afturat hvønn dag, og tað er barasta so deilgt at síggja býin lýsa upp hesa ársins myrkastu tíð. Tað er í grundini fantastiskt, at jólini eru, og at tey eru hesa ársins tíð. At hugsa sær at skulu ígjøgnum allan veturin, uttan at hesi jólaljósini hjálpa okkum ígjøgnum myrkastu tíðina. At jólatræið nú verður tendrað, er líkasum endaliga startskotið, at nú er loyvt at vera jólaligur “big time”, uttan at nakar hevur loyvi til at hava nakra viðmerking um, at tað eitt nú er alt ov tíðliga.

Tankarnir leita í dag aftur í tíðina, til árini eg var barn í Rituvík. Alt jólastásið fekk bestu og fjálgastu kenslur fram í barnasálina. Í dag tendra vit vakra jólatræið, sum fer at standa sum eitt prýði her í fleiri vikur, til gleði fyri flest øll okkara. Frá barnaárunum er eitt av góðu jólaminnunum, tá eg var saman við abba og teimum, sum áttu uppgávuna at seta upp og tendra jólatræið í Rituvíkar kirkju. Vit fóru við bili eftir jólatrænum, og máttu rulla rútarnar niður á einu síðuni á bilinum og halda jólatrænum hangandi eftir síðuni á bilinum meðan abbi koyrdi yvir við tí. Hvítu pappírseinglarnir, tvær ljósketur, har onkrar perur skuldu skiftast  hvørt ár. Og so var klárt at tendra træið. Líka spennandi og stórt hvørt ár.

Heima var tað sum jólaaftan, tá kassin við jólapynti kom av ovastalofti, og gamla, vælkenda jólapyntið varð tikið fram. Eitt nú klokkuspælið við fýra smáum stearinljósum, sum, tá tey vórðu tendraði, fingu ovasta partin av hesum jólapynti at mala runt og geva sítt eyðkenda klokkuljóð.

Eg haldi eisini, at tað oftani var bæði gott veður og góður kavi – ella tað er tað eg minnist best. Tá vit børn vóru úti og spældu í mangan stóru kavarúgvunum og bygdu kavahús, gjørdu kavaeinglar og slíkt, bara avbrotin av góðum pausum við onkrum góðum og heitum mati inni. Var vælsignað við at búgva í einum húsið við trimum ættarliðum, har eg best minnist, at tað altíð var onkur vaksin, sum hevði tíð at hjálpa ella forkela okkum við nærveru, tíð, pannukøkum og slíkum.

Óiva hevur okkurt verið av og á, sum vaksnu fólkini rundanum okkum børn høvdu at stríðast við, men tað merktu vit ongantið nakað til. Tað vórðu vit vard fyri.

Eg flutti til Havnar, men var heima aftur á jólum. Íbúðin í Havn skuldi nú pyntast við egnum jólapynti, og sikkurt skift út við meira nútímans og smartari. Sum ungur saman við vinfólki nú eins nógv og saman við familjuni.

Seinni sum familja í Danmark, har okkara fyrstafødda var eitt jólabarn. Eins og jólaboðskapurin boðar frá stórsta jólabarninum frelsaranum, sum er orsøkin til at vit halda kristnu jólini. Hesi jólini í Danmark vóru eini so fantastisk jól, har jólapyntið og ljósini nú vóru blivin enn fleiri. Gestir úr Føroyum, sum koma at bíða eftir okkara egna jólabarni. So nógv góð jólaminni.

Vit koma ikki uttanum tíðina, vit sum familja valdu at búgva í Grønlandi, eina løtu sum hesa. Øll sum hava verið í Grønlandi um jólini munnu vita, at umhvørvið verður ikki meira jólaligt enn har. Hvítur kavi so langt eygað røkkur. Tað var rættuliga fast, at ongin hongdi nakað jólapynt upp áðrenn 1. december, men hinvegin tendraðu øll alt tann 1. december. Minnist ein morgunin eg var komin til arbeiðis, og ein dama á skrivstovuni var heilt uppøst – hon hevði sæð okkurt jólapynt, og 1. december var ikki komin. Eg mátti smílast J

Mest brúkta og eyðkennis jólaprýði í Grønlandi er appelsingula jólastjørnan, sum fleiri okkara kanska minnast frá barnaárum. Hon verður tendrað í nærum hvørjum húsi, og stóru skrivstovubygningarnir kundu hava eina í hvøjum vindeyga, og ímóti hvíta kavaklædda býnum lýsir hendan appelsingula jólastjørnan týðiliga, og boðar frá, at nú er hugnaligi og fjálgi jólamánaðin byrjaður. Eisini høvdu nógvar av ljósketunum littar perur, og tað var ikki heilt óvanligt at síggja onkra, sum blinkaði. Tað var so festligt at síggja í hvítu verðini haruppi.

Jólatræið varð tendrað eins og her í dag, og adventstíðin er ikki so nógv øðrvísi, og tó.. ferðin var ikki so høg, sum eg haldi hana vera her hjá okkum nú.

Har er nærum garanti fyri kava, og okkara børn hava tí longu nógv, og góð, vóni eg, minni um jól við kava. Perurnar úti lýsa so vakurt, tá kavin fjalir tær, og frostið og kavin í vindeygunum gera jólaprýði enn meira jólaligt. Okkurt serligt jólaprýði – ella vetrarprýði – var eisini. Fleiri frystu sær vatn til stórar ljósastakar. Vit gjørdu eisini, og so út á altanina at seta stearinljós inn í hesa frystu “lampu”. Eisini vóru nógv ljós sett inn í smáar holur, sum fólk gravaði inn í tøttu kavarúgvurnar uttanfyri. Saman við norðljósi og mánalýsi vóru kvøldini heilt magisk, og tíðin steðgaði nærum í løtuni.

Jólamaðurin sigst búgva í Norðurgrønlandi, og vit høvdu eisini stóra postkassan við øllum brøvunum til hansara standandi í býnum. Jólaaftansmorgun kom hann so við tyrlu flúgvandi til býin, og lendi beint uttanfyri sjúkrahúsið. Tað var so stuttligt, tí vindurin frá tyrluni syfti leysa kavan runt, og øll tey, ið stóðu nærmast við, vóru meinlík kavamonnum. Hann gav sær góða tíð til at heilsa uppá øll, áðrenn hann fór inn til tey, ið skuldu vera á sjúkrahúsinum um jólini.

Tá eg nú soleiðis havi verið ein túr aftur í jólaminni heilt frá barnaárum til til nú, eg aftur eru á heimligum leiðum, búsett fáar kilometrar frá barnaheiminum, er reyði tráðurin nærveran, tíðin og barnanna jól. Kenslan av hugna, av nærveru og spæli fylla nógv. Eg veit og minnist, at eg havi fingið væl í mín part av jólagávum øll árini, meðan eg heilt sikkurt havi trupult við at minnast, hvørjar tær vóru.

Mín og okkara uppgáva er nú at geva børnunum somu góðu rammur fyri tey jólini, sum gevur teimum tey jólaminni, eg gjarna vil.

Skulu vit øll taka á okkum uppgávuna at royna at gera øllum ljósunum á trænum tað eftir, at vit lýsa upp har vit eru sett. At vit seta okkum fyri at geva øðrum menniskjum góð minni í skjáttuna, og er ársins hugnaligasti mánaður, jólamánaðurin december eitt gott høvi at byrja í.

Herfrá skal ljóða eitt ynski um eina hugnaliga adventstíð, og tá vit koma hartil eina av Harranum vælsignaða jólahøgtíð.

Takk fyri – Sæunn L. Nolsøe

Runavík 2018