HEIM
05.12.2018

Røðan, sum Jóna Pállsdóttir Jacobsen helt, tá jólatræið á Skála bleiv tendrað leygardagin 1. desember:

Gott kvøld góðu skálafólk og góðu gestir!

Eg vil fyrst av øllum nýta høvi til, at takka fyri ta álit, ið mær er víst.
At eg havi fingið tann stóra heiður, at bera fram røðu fyri tykkum her í kvøld.

Í dag er 1 desembur 2018.
Í dag er fyrsta talið runni niður á kalendaraljósinum.
Børnini hava opnað ta fyrstu lúkuna av fýrogtjúgu á pakkakalendaranum.
Nú kunnu vit av álvara byrja, at gleða okkum.
Tí nú nærkast jólini í hvørjum.

Jólatræðið stendur her ímillum okkara so vakurt.
Prýtt við hundraðtals smáum ljósperum.
Tað skal nú standa her og lýsa og minna okkum á, at nú eru jól.

Desembur mánaður er hin myrkasi av øllum tólv.
Kuldi og illveður eru gerðandisgestir.
Dapurt er at sita og hyggja út gjøgnum vindeyga.
Úti er grátt og regn.
Grasið er følna.
Trøðini, ið standa nakin og ber, skulu nú hvíla eina tíð.
Men djúpt niðri í tí frystu jørðini, har alt lív tykist deytt, hava røturnar voksið seg djúpar og sterkar.
Tær arbeiða allatíðina niðri í myrkrinum.
Tær syrgja fyri, at træðið stendur seg gjøgnum allar tær strongu vetraródnirnar.
Tí skjótt kemur várið.
Skjótt skulu trøðini aftur spýra.
Græsið skal aftur grønkast.
Og vit skulu skjótt aftur kenna sólina kýna okkara frostbitnu kinnu.
Skjótt gongur móti ljósari tíðum.

Tað er gott, at vit kunnu hátíðarhalda jólini hesa myrku ársins tíð.
Mótspælið millum myrkur og ljós, kulda og hita, gleði og sorg, frið og ótta, tykist stórri enn aðrar tíðir á árinum.
Ljósið sæst betur.
Hitin kennist flógvari.
Friðurin kennist sælari.
Hetta er alt við til, at gera jólahøgtíðina hina gleðiligastu høgtíðina av øllum.

Heimini verða prýdd við kertuljósum, einglum, stjørnum og heitum litum.
Spart verður ikki uppá alskyns góðgæti og góðan mat.
Vakrir sálmar og tónleikur hoyrist allastaðni.
Og vit hugna okkum saman við familju, vinum og kenningum.
Mest av øllum kunnu vit gleðast um og minnast, at Jesus, sonur Guds kom niður her millum okkara sum eitt bjart ljós.
At lýsa upp ein myrkan heim.
Eingilin segði við hirðarnar á markini:
“Óttist ikki!
Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal vera fyri alt fólkið;
Tykkum er í dag frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin í staði Dávids”.
Jesus kom til okkara at geva vón í vóvloysi og frið í ótta.

Tá ið eg var barn vóru jólini sum eitt ævintýr fyri meg.
Eg elskaði alt við jólunum.
So nógvur spenningur.
So nógv undran.
Og so nógv gleði.
Eg minnist, at eg plagdi, at seta meg í vindeygakarmin jólaftan og hyggja út yvir havnina og droyma.
Allur býurin lá og glitraði í kalda vetrarveðrinum.
So nógv hús at síggja og so nógvir bilar, ið skundaðu sær heim at halda jól.
Úr vindeygunum heima á argjum í reynsgøtu 63 er frítt útsýni eystureftir til sunnara part av eysturoynni.
Lítið visti eg, sum eg sat har og droymdi, hvat framtíðin fór, at bjóða mær.
Nú eru hvørki eg ella maður mín ættað av skála.
Og vit høvdu einki tilknýti til bygdina.
Men hóast tað, so hava vit skjótt búð her í trettan ár.
Og mong hava undrandi spurt okkum hví?
Tað var fótbóltur, ið fekk okkum, at seta leiðina norður hagar.
Men tað var tykkara blíðskapur, góðu skálafólk, ið fekk okkum, at vera verðandi.
Frá fyrstu tíð av, hava tit tikið væl ímóti okkum.
Og frá fyrstu tíð av, hava vit kent okkum sum heima.
Skemtiligt er, at minnast aftur á, at eg av góðum orsøkum, ikki kendi nakran her.
Men hóast tað, so tyktist tað sum, at øll kendu meg.
Fór eg ein túr oman í handilin, ella niðan á vøllin at hyggja eftir skála, bleiv eg altíð møtt við einum smíli og einari blíðari heilsan.
Og tað geri eg enn.

Í orðatøkunum kapittul 15 vers 30 í gamlatestamenti stendur skriva:
“ Mild eygu gleða hjarta. Góð tíðindi geva merg í beinini”.
Hesi orðini eigur vísasti kongurin heimurin veit um.
Sálomon kongur
Týdningurin á einum mildum andlitsbrái, ella einum sonnum smíli, má ikki undirmetast.
Eg havi hoyrt tað sagt, at eitt smíl er tað vakrasta tú kanst íklæða teg.
Eitt smíl endurspeglar eina innari gleði.
Eitt smíl er sum ein neisti, sum festir í ein lítlan eld av vón.
Vón sum gevur ljós og hita í einum myrkum og køldum hjarta.
Mær dámar illa, at senda eini sms boð, uttan at senda eitt smilie við.
Tað er sum um, at gula høvdið við tí stóra smílinum, sigur líka nógv sum teksturin sjálvur.
Móður Theresa hevur eina ferð sagt, at friður byrjar við einum smíli.
Og at hvørja ferð vit smílast til onkran, er tað ein gáva til viðkomandi.
Teir fyrstu sum vit vita um, ið góvu gávur, á teimum fyrstu kristnu jólunum, vóru teir trýggir vísmennirnir úr eysturlondum.
Teir høvdu ferðast leingi og fylgt stjørnuni, tí teir vildu finna tann nýggja kongin, at geva Honum gávur og at tilbiða Hann.
Teir góvu Honum tað besta sum teir vistu um.
Gull, roykilsi og myrra.
Mær dámar so væl søguna um tann lítla trummudrongin.
Hann hevði eisini hoyrt um nýggja kongin í krubbuni.
Men hann helt seg ikki hava nakað dýrabart, at geva Honum.
So hann kom við tí sum hann hevði.
Síni trummu.
Og hann spældi so væl sum hann dugdi fyri Honum.
Og eg eri vís í, at trummuspælið gleddi lítla Jesus í krubbuni meir enn alt gullið.

Jesus er tann størsta gávan, ið nakrantíð er givin okkum.
Og vit kunnu ongantíð geva Honum nóg nógvar gávur aftur sum tøkk.
Men Jesus sigur, at tað sum tit gera ímóti ørðum, hava tit eisini gjørt ímóti Mær.

Gávur nýtast ikki einans, at liggja undir jólatrænum. Ella við føðingardagsborðið.
Vit eru øll fødd við gávum.
Eginleikum ella talentum.
Gávurnar eru ymiska.
Summar eru stórri enn aðrar.
Summar eru meira eyðsyndar enn aðrar.
Men sjálvt tær minstu gávurnar kunnu vera dýrabarir gimsteinar.

Hesar gávur eru ikki einans til okkum sjálvi, at hava gleði av.
Men tá vit deila tær við onnur, verður gleðin nógvar ferðir stórri.
Óansæð, um vit kenna okkum, sum teir trýggir vísmennirnir, ið høvdu nógv ríkidømi.
Ella vit kenna okkum, sum lítli trummudrongurin, hava vit øll okkurt, at geva.
Eingin gáva er so lítil, at hon ikki munar.
Um tað so bara er eitt lítið smíl, ella ein blíð heilsan vit hava at geva, kann tað vera júst tað, ið onkur hevur brúk fyri.

Vit ynskja øllum ið vit møta eini gleðilig jól.
Men lat tað vera meir enn bara eitt ynski.
Latið okkum av og á steðga á í øllum jólaresinum og hyggja upp, og síggja øll menniskjuni, ið eru rundan um okkum.
Latið okkum eisini geva hvørjum ørðum eini gleðilig jól.

At enda vil eg takka tykkum øllum, ið lýddu á og ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjar.

Takk fyri.