HEIM
21.10.2016

ROÐIN-økistænastan gongur nýggjar leiðir.

Roðin hevur ognað sær eina mobila tannviðgerðareind.

Hendan íløgan ger, at tannlæknaviðgerðir nú kunnu fremjast á Røktarheiminum í Runavík og somuleiðis á sambýlunum, sum Roðin hevur ábyrgdina av, nevnliga á Vesturskin á Toftum og Sjóvarlon á Strondum.

Eisini er nú møguleki skaptur fyri, at pensjonistar, sum búgva heima og hava trupult at fara av húsum, kunnu fáa tannlæknaviðgerð heima hjá sær sjálvum.

Hetta er eitt stórt frambrot innan ta miðvísu tænastu, sum Roðin ynskir at veita sínum viðskiftafólki.

Slík mobil eind ger tað møguligt hjá tannlækna og tannrøktara, at koma út á stovnarnar, at gera fyribyrgjandi arbeiði og ávísar viðgerðir.

Tað er ein sannroynd, at fleiri og fleiri av teim, ið koma at búgva á røktarheimum og sambýlum hava sínar egnu tenn og sum framhaldandi krevja eftirlit og viðgerð. Við hesum átakið, er møguleikin nú munandi betraður, at fremja fyribyrgjandi arbeiði. Eingin ivi er um, at hetta hevur nakað við "lívskvalitet" at gera.

Tað, at útgerðin er á staðnum – og kann flytast frá stað til stað – kemur at lætta um hjá búfólki, sum sleppa frá at fara á tannlæknastovu. Eisini kemur tað at lætta um hjá starvsfólki, sum sleppa frá at fara út úr húsinum, tá eitt búfólk skal til tannlækna ella tannrøktara.

Fyri avvarðandi kemur hetta eisini at hava týdning.

Nevnast kann, at hugskotið til slíka mobila eind kom frá einum avvarðandi fyri nøkrum mánaðum síðan. Alt fyri eitt varð farið í gongd við at kanna møguleikan og hevur Tannlæknastovan i Runavík veitt holla ráðgeving og hjálp. Somuleiðis hevur Tannlæknafelag Føroya veitt góða ráðgeving, tikið sera væl undir við ætlanini og fegnast um átakið, sum leggur lunnar undir eitt meiri skipað tilboð innan eldratannrøktina.