HEIM
02.11.2018

Ró og innsýni

Hugleiðingar, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevði, nú bókin “Um átta minuttir fer Másin avstað” varð løgd fram í Gamla bókahandli fyrrapartin í dag.

Hávaksin, væl klæddur, rankur, stútt gongulag, eygleiðandi og at vísa seg róligur og inntonktur. Hann líkist einum mentanarligum radara, táið hann fer um svæðini. Vit, sum eru fyri helming slektað úr Gøtu, og hava sitið undir orðunum, um gøtumenn og kvinnur í útlegd, bera kenslu á hesi fólkini, akandi í skundi framvið teimum, táið vit vitja høvuðsborgina. Í Grógv varð nógv tosað um hesi fólkini, høvuðsstaðurin lá so langt burturi tá, í hugsan, hóast fjarstøðan er hin sama, og gløgga og virkna omma mín, sum var ómettiliga forvitin av lyndi, jaliga gjørvitin, og hevði evnini at flyta hesa tráanina eftir vitan yvir á børn og ommubørn, gjørdi sínar vurderingar av øllum livandi, sum yvirhøvur flutti seg. Eisini gøtufólkunum, sum búðu í Havn.

Suni hjá Eliesari í Tjørnustovu var ein teirra, - hann fekk góð skoðsmál. Virkandi sum krambakallur hjá Valdemari Lützen á ungum árum og eftir tað virkandi sum starvsmaður í landsins umsiting í áratíggju. Hann er um aldur við mammu mína. Onnur fingu eisini skoðsmál. Esmar Jacobsen, Gata, sum vit nevndu hann, beiggi Suna, prentari á Fjúrtanda og trúboðari, var ein teirra, yrkjari eisini, og hann gav m.a. út yrkingarsavnið Fiólin. Óli í Tjørnustovu – Óli hjá Vilhelmi og Lisu, var ein annar, nakað yngri, hann varð hildin at vera heilt væl fyri, og seinri setti hann met í tíð sum formaður hjá føroyskum fiskimonnum. Í Føroya Fiskimannafelag, sum var stovnað í bygd okkara og ímillum stovnararnar vóru abbi mín og langabbi mín. Ein annar sum var uppi og vendi tíðum, var prentarin Meinhard Túvulið. Hann var av Túvu í Syðrugøtu, í grannalagnum, og sagt var í Havn, at klokkan kundi setast eftir hávaksna manninum í grønu samvinnufelagsulpuni, undir svørtu alpuhúgvuni og gjørðskaptu glareygunum, táið hann fór til og frá arbeiði sínum í Gamla Bókahandli, so presisur var hann.

Minnist serliga væl eina søgu frá mínum barnaárum, har tosað var við skivuna í handlinum í Grógv um tað, at tjóðveldismenn vóru guðloysingar, ateistar, serliga heiðin skuldi formaðurin, primus inter pares, Erlendur Patursson, vera. Sjálvandi vóru menn ymiskir á máli um hetta, og blóðið hitnaði, meðan blákardúsin varð skumpað uppí nevini. Meinhard vitjaði ofta systrina Simonu, ein hendinga kona, sum tøtti í kjallaranum hjá ommu míni, og hendan dagin var hann komin til handils. Hann var ikki maður, sum tók ræðið á einum orðaskifti, til tað var hann alt ov lítillátin, nær sagt skilagóður, men hendan dagin hevði hann eina einastu viðmerking til spjallanina millum menn. Sum hann tók til, hann hevði fyri kortum hildið rundan føðingardag, og tá hevði Erlendur Patursson givið honum ta nýkomnu føroysku Bíbliuna – hjá Dahl og Viderø - í føðingardagsgávu. Tá fór luftin líkasum úr kjakinum. Tá fáorðaðir menn koma fram á torg verður lurtað. Helst kendust teir báðir Erlendur frá umhvørvinum á Bryggjubakka og Vaglinum, har Fjúrtandi, Fiskimannafelagið, Løgtingið og prentsmiðjan í Gamla Bókahandli hildu til tá í tíðina.

Veit ikki hvar Suni stendur á politiska hválvinum, tað kann í hesum høpinum eisini vera líkamikið, men man plagdi at rokna tey hjá Eliesari fyri at hoyra til hin radikala tjóðskaparvongin í bygdini og í landinum. Haldi at hetta sæst aftur í táttinum „Slå kniplen i knolden“, sum stóð í tjóðveldisblaðnum 14. September í oktober mánað í 1955. Um Læknastríðið í Klaksvík, har m.a. verður tikið til: „Hold op med at drømme, du må ej forsømme, din pligt til at tæve hver eneste sjæl.......“

Suni er sum fyrr nevnt gøtumaður - úr Norðragøtu. Slektaður úr Tjørnustovu og Súnastovu. Sonur Eliesar og Sunnevu. Ein høvundur helt fyri, at tað hevur ikki verið av tilvild, at bygdin fekk hetta einskilda navn – Gøta. Gamli Tróndur sá, at her lá góður vegur bæði suður eftir og norður eftir, suður gjøgnum Skálafjørðin á skipum, sum høvdu góða høvn á Skipanesi, og norður eftir, norður gjøgnum hin fagra dal alt til Fuglafjarðar til hinnar góðu skipahavnar, fram hjá teim fagra fjallagarði til vinstru handar, og til høgru handar hitt fagrasta útsýni yvir á Norðuroyggjarnar og norður í hitt takmarkaleysa hav. Her var høgt til loft og vítt til veggja og sum tikið verður til, haðan kom hugsjón og „gata“ hans. Tað hevur verð ró yvir honum og innsýni. Hann var líkur kennimanni. Hann situr og grundar og yrkir sálmin, snøggaður av Mikkjali á Ryggi, ið vit nú kenna sum:

Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at varða.

Táttayrking er gomul í Føroyum, og hóast løgini ofta líkjast kvæðaløgunum, so liggur yrkingin á einum heilt øðrum bógvi - við skiftandi tæri og dygd. Í ringasta føri líkist tað happing, menn hava ikki megnað at gjørt upp ósemjur sínámillum, undir fýra eygum, og so hevur hin meiri dystin lærdi parturin spjatt síni sjónarmið kring um í bygdini, ella um landið, við einum niðrandi tátti, sum hevur fingið spakan undir hin minni snilda og kreativt hugsandi. Í førum er tað tó stórur litteraturur, og hóast Jákup á Møn hjá Nólsoyar Pálli á mangan hátt er ein niðrandi happingartáttur, er hann tó so væl yrktur, at tað kennist sum at ferðast ígjøgnum eina skaldsøgu, táið hann verður kvøðin á gólvi. Sjálvt táið popp- og rockmentanin var uppá tað besta, vit gingu í realskúla á Glyvrum og í studentaskúla í Hoydølum, var tað ein fragd at hava ein tátt sum hendan í pensumskránni.

Veit ikki hvussu drúgvar røtur táttayrking hevur í Gøtu, men Pól morbróður, Gregersen, sáli, hendinga góður kvøðari, tók ofta til táttin um Snorkus hjá Grækarisi á Gørðum. Fekk hann handskrivaðan frá honum á yngri árum, og hann stendur annars í bókini ”Udvalgte Digte, Gregorius Johannesen, kongsbonde i Sydregøte”, sum kom út í 1884. Har verður sagt, at tátturin er yrktur ”I Anledning af en Hoppe, som efter en langsom Tæring døde i Elendighed, men fremstillet i Digtet under Billedet af en forarmet Herremand.” Trý tey fyrstu av 10 ørindum ljóða soleiðis:

Dengang Snorkus var død
i stor armod og nød,
var der ingen, hans ben ville jorde.
Ikke en i hans slægt,
hverken karl eller knægt,
om man hørte, den ære ham gjorde.

Der er verdens manér,
det almindeligt sker,
når en rig er i døden hensovet,
da hans arvinger fro
gå at rive hans bo,
som når ravnene flokkes om rovet.

Men kun her, som vi ved,
fandt det modsatte sted,
thi han ejede ingen slags skatte;
derfor blev han forladt,
ja, til dels og forhadt;
ingen vilde sig med ham befatte.

Ivaleyst hevur táttayrking verið vanlig heilt fram til okkara dagar, tað mesta hevur verið á mannamunni, ofta sum dagdvølja og yrkt til veitsluhøvi, og er síðani foykt burtur við teimum, sum vóru uppi á døgum í samtíðini. Í Syðrugøtu plagdu tey at tosa um Per á Niðri í hesum viðfanginum. Hann skuldi vera góður yrkjari og serliga góður táttayrkjari, men mær er fortalt, at hann vildi ikki hava skaldskapin varðveittan eftir seg, tí forkom hann tí mesta, av tí sum hann yrkti, áðrenn hann fór foldum frá. Helst hava fleiri í bygdini roynt seg á hesum mótinum eisini. Í aðrar mátar sóust tættir í jólabløðunum og Tongla Tummas var í broddi fylkingar. Ein framúr yrkjari og ikki sørt snildur í táttayrking. Fleiri av tættum hansara vilja ikki doyggja.

Tað sum kortini gevur táttayrkingini eina veruliga renæsancu, í okkara tíð, eru V4-sendingarnar, sum Útvarp Føroya fer undir at varpa út saman við einum happadrátti. Nú ganga yrkjaratalentir fram í ljósan dag á hvørjum horni, lakari og dyggari, og ímillum hesar hoyrist nakað væl um og til ein stillføran gøtumann - Suna F. Jacobsen. Aðrir vóru Tummas Napoléon, sjálvandi, og Oskar Hermansson, Finnbogi Ísakson, Jógvan Arge o.fl. Leygarkvøld eftir leygarkvøld verður tjóðin undirhildin og gøllhildin til tær stóru makrónurnar, og tað var ikki ein sjel í landinum, sum lat hesar sendingar fara framvið, kremið við tjóðarinnar undirhaldsmót var savnað, og á arbeiðsplássum varð endurgivið úr skemtinum og spei´inum og tættunum fram ígjøgnum vikuna - fram til næsta skifti í viku, táið aftur varð farið á pall, - og fleiri av tættunum gjørdust fólkaogn. Øll kendu Finnboga, Tummas, Oskar og Jógvan. Teir vóru partar av almenna rúminum í gerandisdegnum, men onkursvegna varðveitti yrkjandi og fabulerandi gøtumaðurin ein kafkanskan stíl, ongin vitsti rættiliga hvør maðurin var, tað kom lættari úr honum, enn man slapp inn í hann, hann kendist sum ein sfinksur og gjørdist á ein hátt ein undergroundmýta í táttayrkingini, hóast fólk tóku tættir hansara til sín og sungu teir til hvørt veitlsuhøvi kring um landið. Av góðum grundum kendist eg við hann, treyðugt so, fyri partar komu vit úr somu bygd, men eg veit um mong, sum tosaðu um táttayrkjaran Suna, uttan at hava minstu hóming um, hvør ið hann var. Umframt sítt borgarliga starv, lat hann sangirnar liva ímillum fólk, tað var ikki viðkomandi, fyri hann, at gerast partur av høpinum annars. Hann fleyg undir radaranum.

Nú kom so savnið við einum úrvali av tættunum, sum Stiðin og Zacharias hava givið út. Um átta minuttir fer Másin avstað. Í savninum eru nakrir av mongum tættum, og tað kennist sum at blaða ígjøgnum árbøkur við viðmerkingum til hendingar á hinum politiska og øðrum pallum. Tú hómar og hoyrir kámliga úr pappírinum eyðkendu røddina á fenomenala sangaranum Hermanni Jacobsen, táið tú lesur: ”Heysa upp og lora nakað væl, jólatræið niðarlaga standa skal.” Táið Erlendur var komin á Danating: ”Man bliver så forlibt, hver gang jeg ta´r og læser, mit gamle manuskript, og støvet af det blæser,” og ”Hvor var det dyrt for mig, at dyrke danskerhadet, nu må man græmme sig, man kom så sent til fadet,” við niðurlagnum: Far nu vel enhver til sitt, så bliver landet frit. Legendariska vísan um Kamensjef er við, heimaliðið hjá Suna, avsálaða GÍ, eigur ein sang, og hvør minnist ikki niðurlagið: Hvat so, hvat so? Hvat siga vit um tað? Jú, vit siga so má vera, har er onki við at gera, tí at tað sum vendi niður, vendir upp.

Einaferð var Jákup Lindenskov, sáli, á vitjan í Norður Korea sum fólkatingsmaður, og burturúr hesum kom: ”Tað Norðrara Korea, er afturlatið land, tí tvífalt meir vit mega, tætt knýta vinarband. Vit senda ikki Hilmar Kass og Zacharias Wang, men fólkatingsins Jákup L., á vitjan í Pyongyang.” Og telduviðmerkingin er ikki minni aktuel: ”Og skalt tú ein dag skipa Regin Smið, so noyðist tú at hava teldu við. Tí skjótt ei longur finnast, tey, ið innihaldið minnast. Hava gloymt gamlan føroyskan terpi-sið.”

Suni er ímillum fremstu táttayrkjarar í landinum. Hann er sum ein góður keiputeknari, hann sær ígjøgnum heilt, greinar, pettar sundur og setir saman aftur, og manar úr hesum myndir so einfaldar, soleiðis, at øll skilja tað, hann vildi siga okkum. Tað er kunstur. Ein leggur eisini til merkis, at væl er umhugsað, sneitt og fjálgað um. Her eru ongi neyðrým, yrkingarnar liggja sum vællaðaðir og snøggir garðar, og so leggur man eisini til merkis, at maðurin hevur gjørt okkurt lagið sjálvur. Fjølbrigdaður listarmaður. Tað sæst eisini á kápuni, sum er vatnlitsmynd, ið hann sjálvur hevur málað við motivi úr Urðini í Nólsoy.

Sjálvandi eru sangirnir og tættirnir yrktir til høvi í samtíðini, men teir eru í stóran mun viðmerkingar til viðkomandi samfelagsmál í tíðini, tí doyggja fleiri teirra ikki og framvegis verða teir sungnir, táið gildi verða hildin í Føroyum. Hetta er eitt úrvæl, sum var kærkomið, tað eiga Zacharias og forlag hansara Stiðin, sum hava dugnað føroyskari mentan á so mongum mótum, eina hjartans takk fyri.

Eftir sum Læknastríðið hevur verið so nógv frammi hesi seinru árini, í bókum hjá Líggjasi í Bø og Arnsteini Niclasen og í viðmerkingum, ið hava snúgvið sær hendan- og hinvegin, alt eftir sum reykurin hevur staðið á fólki, fari eg at enda við einum ørindi í 63 ára gamla táttinum undir heitinum ”Slå kniplen i knolden”:

”Og nu skal de smage
Saft, suse og knage”
oplæser han H.C. udfra sin balkon.
Nu tar´ vi banditten
og hele molevitten
og dømmer dem efter vor egen facon,
for nu er det nok med det færøske møg,
nu dækker vi landet med kugler og røg,
og efterpå Hansen,
skal træde i dansen –
den jernhårde fremtidens Danmarks Peron.

Nú er væl liðið frá, síðani navnframi háskúlamaðurin Símun av Skarði, eftir frásøgn hjá syni hansara Jóannesi, tók aðru føroysku skaldsøguni, Beintu, upp í hendurnar, kíndi henni, lat glashurðina inn í bókaskápið upp, og tók so ovurfegin til: Nú eiga vit tvær. Nú eiga vit tvær. Tvær skaldsøgur. Bara Bábilstornið hjá vinmanni og lagsbróðuri hansara stóð har frammanundan.

Vit hava verið á rættari leið, eisini tykkum báðum, Suna og Zachariasi, fyri at takka. Vón og væntan okkara er, at tey, sum eftir okkum koma, halda tjóðskaparkyndlinum hátt, táið tað snýr seg um mál og mentan okkara. Meginstrongurin, ið heldur tjóðini saman og uppi, og var tað ikki fyri hesi fyribrigdi, var var hon, tjóðin, foykt burtur í materialiseraðari ómegd, og tú kundi tað sama sett teg niður á onkrum meiri høgligari staði á klótuni og sungið úr konvertiblum partabrøvum og aðrari yvirflóð, konverterað úr fólksins ognum og tilfeingi.

Takk fyri bókina Suni.