HEIM
02.09.2014

Rithøvundar vitja lesiring á Skálafjørðinum

Samstarvið millum bókasavnið í Nes kommunu og bókasavnið við Løkin um lesiringar, fær vitjan av tveimum rithøvundum í næstum.

Sólrún Michelsen vitjar lesiringin hóskvøldið 4. september kl 19.00. Hetta verður á Bókasavninum í Nes kommunu.
Lisbeth Nebelong vitjar lesiringin hóskvøldið 2. oktober kl 19.00. Og tá verður tað á Bókasavninum við Løkin.

Bæði tiltøkini eru almenn og ókeypis. Nýggir lesarar eru vælkomnir at tekna seg til lesiringin.

Lesiringurin var stovnaður í november í fjør við uml 20 luttakarum. Síðani eru støðugt fleiri løgst aftrat, soleiðis at nú eru 31 á listanum. Ringurin hittist uml. hvørja sættu viku, og skiftir millum Toftir og Runavík.

Meira kann lesast um rithøvundavitjanir og lesiring á www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo