HEIM
29.01.2018

Ringlasteinur

Nýggjar tíðir hava tað við sær, at inntriv frá tíð til aðra vera gjørd í landafrøðina. Mong av skerunum útfyri fjøruni av Lambareiði út í Heiðarnar/Runavíkina eru farin undir heilt í havnaútbyggingunum, ið hava verið, og nú grót fer at vera flutt úr Eysturoyartunlinum yvir um fjørðin, var vandi fyri, at okkurt av kendu skerunum í økinum stóð fyri tørni at hyljast undir grótfylluni.

Ringlasteinur er kendur steinur ella sker um hesar leiðir. Hann liggur nakað frá landi úr Heimistovubønum á Glyvrum. Nakað uttanfyri gamla handilin hjá Hans Peturi Hansen í Heimistovu og í veghædd liggur hann áleið útfyri har sum Glyvra Bio stóð, áðrenn hon varð tikin niður. Steinurin/skerið hevur ligið tungur í sjónum, onkuntíð yvir og aðrar tíðir undir sjóvarmálanum, og navnið gav eina ábending um, at steinurin ikki var partur av helluni, men at hann heldur var steinur sum stóð á botni. Onkur útróðrarbátur hevur borið navnið Ringlasteinur, uppkallaður eftir júst hesum steininum.

Borgarstjórin og havnarmeistarin hava í eina tíð tosað um hvat ið gerast skuldi, nú Ringlasteinur stóð fyri falli. Fyrst av øllum ráddi um at senda froskmenn niður at kanna, um tað lættliga bar til at taka hann upp – ella rættari, um hann var leysur ella fastur. Staðfest var fyri tíð síðani, at hann stóð leysur á botni. Eftir tað var farið undir fyrireikingina at taka hann upp, áðrenn grótflutninguin byrjar yvir um fjørðin.

Í dag hevur stóri kranin hjá Ernst Rasmussen, Mekanik, við Valda Olsen sum sjafføri, tikið Ringlastein upp hagani, hann hevur ligið í øldir, og sett hann inni við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum. Steinurin vigar 15,6 tons.