HEIM
04.03.2015

Reinsing av høvuðsvatnleiðingini

Kunning til borgararnar um
Reinsing av høvuðsvatnleiðingini (Lamba – Runavík)

Í eina tíð hava trupulleikar verið av, at vatnið úr kranunum, serliga í Saltangará, hevur verið illitt.
Onkur tiltøk hava verið gjørd, men trupulleikin hevur verið afturvendandi.
Til tess at fáa bilbukt við trupulleikanum, verður nú farið at reinsa høvuðsvatnleiðingina úr Lamba og út til Runavíkar.

Í samband við reinsingina verður stongt fyri vatninum frá kl. 22 á kvøldi til kl. 6.00 á morgni í nakrar dagar. Arbeiðið byrjar mánakvøldi 9. mars 2015. Stongt verður fyri vatninum hesar dagar: 

mánadag 9. mars kl. 22.00 - týsdag 10. mars kl. 06.00
týsdag 10. mars kl. 22.00 - mikudag 11. mars kl. 06.00
mikudag 11. mars kl. 22.00 - hósdag 12. mars kl. 06.00
hósdag 12. mars kl. 22.00 - fríggjadag 13. mars kl. 06.00
sunnudag 15. mars kl. 22.00 - mánadag 16. mars kl. 06.00
mánadag 16. mars kl. 22.00 - týsdag 17. mars kl. 06.00
týsdag 17. mars kl. 22.00 - mikudag 18. mars kl. 06.00

Tað verður tó ikki stongt fyri vatninum í øllum økinum samstundis. Nærri verður lýst á heimasíðuni og í Útvarpinum nær arbeitt verður í ymsu býarpørtunum.

Reinsað verður við vatni og trýstluft, og verður hetta gjørt stigvíst frá øki til øki. Tað hevur við sær, at nógv luft og illitt vatn kann koma úr krananum, um tú koyrir frá, meðan reinsað verður.

Í hesum tíðarbili verður tí viðmælt:
-at høvuðsstoppikranin verður stongdur
-at allir kranar eru fyri, eisini teir til wc-kummurnar 
-at vaski- og uppvaskimaskinur ikki verða nýttar 
-at vatn verður fylt í íløt um kvøldið og goymt til nýtslu um náttina

Tá reinsingin av høvuðsvatnleiðingini er framd, kann illitt vatn vera í leiðingini inn til húsini. Fyri at minka um vansarnar verður tilmælt, at opnað verður varisliga fyri einum krana fyrst (helst krananum sum er nærmast stoppikrananum). Roknast kann við luft og illittum vatni fyrstu løtuna. Síðani verða hinir kranarnir opnaðir, og skulu teir renna, til vatnið er vorðið klárt aftur.

Um ov lítið trýst er á vatninum í krananum, kanst tú royna at skrúva filtrið úr krananum og reinsa tað.

Fyrsta klædnavaskið eftir reinsingina eigur ikki at vera við ljósum ella hvítum klæðum.

Upplýsast kann, at ongi kemisk evni verða nýtt í reinsingini.

Endamálið við reinsingini av leiðingunum er, at sleppast skal undan illittum vatni í framtíðini. Vit vóna tí, at tit bera yvir við teimum vansunum, sum reinsingin kann hava við sær, meðan hon fer fram.

Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at venda tær til Vatnverkið á tlf. 21 45 06, 21 45 07 ella 21 45 70

Runavíkar kommuna