HEIM
22.05.2014

Rehabilitering í Eysturoy – móttøka

Mánadagin 12. mai bleiv skipað fyri móttøka á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í samband við, at rehabilitering er sett á stovn fyri eysturoyarøkið.

Hendan rehabilitering umfatar bæði endurvening, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing.

Rehabiliteringin er komin í lag eftir at Lions Club Eysturoy saman við Heilafelagnum og Giktafelagnum skipaðu seg í ein Rehabiliteringsbólk, sum tók stig til at gera eitt álit, sum vísti á, hvørjir møguleikar funnust í økinum, og hvussu teir kundi samskipast og víðkast fyri at kunna røkka eini fullfíggjaðari rehabiliteringsætlan.

Álit bleiv handað landsstýriskvinnuni í almannamálum í juli 2009, og hevur bólkurin í samstarvi við Almannaverkið og Røktarheimið arbeitt víðari fyri at røkka málinum.

M. a. hevur Lions Club Eysturoy saman við kommunum og vinnuvirkjun í økinum fingið til vega venjingartól, so skipanin kundi fara í gongd.

Á móttøkuni møttu eini 150 fólk. Har var tónleikur framførdur, sangir sungnir og røður hildnar av umboðum fyri landsstýrið, Røktarheimið, Almannaverkinum og LC Eysturoy.

Rehabiliteringin er nú farin at virka, og hevur skipanin fingið heitið Endurmenningarstovan í Eysturoynni.