HEIM
05.07.2011

Regatta á Runavík

Siglingarskráin fyri Føroya Regatta 2011, sum Felagið Føroysk Træskip skipar fyri, nágreinar tey mongu tiltøkini sum verða, hesar dagarnar Regattan ferðast kring Føroyar. Regatta-siglingin byrjar mikudagin 6. juli og hon endar sunnudagin 10. juli. Skráin sæst á www.kunning.fo

Hósdagin 7. juli. 2011 koma træseglskipini í Regatta-siglingini inn á Skálafjørðin.

Skráin sær soleiðis út:

17:00 Sigla inn á Skálafjørðin, venda á miðjum fjørði og undir Lambareiði og við Langanes koma limir í "Seglið" og kappróðrarbátar á fjørðinum uppí fylgið – boðað verður frá, at aðrir bátar eru vælkomnir at fylgja eftir træskipunum.

18:00 Móttøka á havnarlagnum
Nes Sóknar Musikkfelag spælir, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri, flytir fram røðu, Kári Sverrisson syngur og spælir og eftir tað hugleiðir Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, um tær maritimu Føroyar. Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, verður orðstýrari.

Togtogan millum manningarnar á træ/segl-skipunum - vinnarin fær steyp handað, sum Runavíkar Havn hevur latið. Døgverði, kaffi og kaka vera til keyps inni í tjaldinum á havnarøkinum.

19:30 Skipavitjan
Øll eru vælkomin umborð at skoða skipini Westward Ho, Norðlýsið, Dragan, Jóhonnu og onnur før, sum liggja við bryggju í Runavík.

20:30 Aftan hugni
"Syngið við" á havnarlagnum við harmonikutónum. Jónsvein Knudsen, Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo og Ludvík við Stein skipa fyri. Farið verður eisini upp á gólv, og Petur Olivar í Hoyvík skipar dansin.