HEIM
01.06.2018

Rakstrarleiðarin

Ímorgun byrjaði oyndfirðingurin Ragnar Nielsen sum rakstrarleiðari á Vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. Vegadeildin var fyri einum góðum ári síðani skipað sum sjálvstøðugur partur í tøkniliga partinum hjá kommununi. Rakstrarleiðarin hevur harvið ábyrgdina av og ræði yvir øllum tí sum fyriferst uttanvert Ráðhúsið. Kortini er hann partur av Teknisku deildini og refererar harvið til býarverkfrøðingin og borgarstjóran.

Ragnar er 36 ára gamal og lærdi til maskinsmið hjá FJM í Runavík. Síðani er hann útbúgvin byggifrøðingur og kloakkmeistari. Hann hevur arbeitt hjá Articon og Renovent í Føroyum og uttanlanda hevur hann verið í starvi hjá Per Aarsleff A/S, og har verið partur av verkætlanum í Danmørk, Noregi og í Póllandi.

Starvsstað hansara verður á Lambareiði, har Vegadeildin hevur hildið til í mong ár.