HEIM
15.12.2015

Rakel Helmsdal lesur søgur á Bókasavninum við Løkin

Týsdagin 15. des. lesur Rakel Helmsdal søgur á Bókasavninum við Løkin. Løtan er býtt í tvey, har fyrri parturin er ætlaður smærri børnum, og seinni parturin fyri størri børnum.

Kl. 16.00: Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru bestu vinir, men hava teir altíð verið tað? Ert tú millum 2 og 6 ár, so kanst tú koma og hoyra stuttligar, villar, syrgiligar og spennandi søgur um skrímslini bæði.

Stuttur steðgur

Kl. 16.45: Spøkilsissøgur, útferðarsøgur, fortreðgerðarsøgur! Milja og vinir hennara uppliva nógv ymiskt. Ert tú millum 6 og 12 ár, so hevur tú kanska hug at koma og hoyra Miljusøgur.