HEIM
16.07.2014

PROJECT ÁSGAR Í RUNAVÍK

Hóskvøldið 17. Juli 2014 klokkan 19.00 verður møguleiki at síggja Project Ásgar í Runavík. Ásbjørn Berthelsen og Holgar Johannesen framføra sum Project Ásgar í tí eyðkenda kampingvogninum, sum hóskvøldið fer at standa á økinum við gulu smiðju. Project Ásgar er gyklaundirhald, sum fyrst og fremst er ætlað vaksnum.
Vælkomin í magiska kampingvognin hóskvøldið!

PROJECT ÁSGAR Í RUNAVÍK