HEIM
19.06.2017

Pottur og tráða

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt leygarkvøldið 17. juni 2017 í Funningi, nú várhugnadagar hava verið í bygdini.

Hon er miðja landsins, - Eysturoyggin. Landafrøðiliga toyggir hon seg norðanfyri upp ímóti himmalhválvinum, sum hin hægsta í Føroyum, og aðrar staðir liggur hon mjá og mjúklig, serliga í láglendinum fyri sunnan. Síðani landnámið hevur hon eisini havt serstøðu søguliga og búskaparliga, sum hin óræddi stavnamaðurin, ið leit út so víðan, setandi sær nýggj mál, áhaldandi, inn í eina ókenda framtíð. Hetta røkkur alt - heilt aftur til Ísraelsbørn, sum ikki vendu innaftur á hina sløttu gøtuna, hóast gilt var til matna í kjøtpottunum í Egyptalandi. Við áliti og trúgv á hin Almáttuga og seg sjálvi valdu tey tann tyngra lutin, at fara til gongu út í hitt ókenda, har Móses gerst knarvi Guðs á eini ferð, sum legði lunnar undir so mangt í vesturlendskari civilisatión, m.a. tað, at hendan serstaka vakra kirkjan stendur sum átrúnaðarligur savningarstaður í Funningi í dag.

Úr fornfrøðiligum rannsóknum gerst búseting í Føroyum bara eldri og eldri. Hvørjum hesi fólkini eru flýdd undan, og hví tey valdu einsemi á hesum naknu klettum er ilt at vita. Eyðvitað komu tey sunnaneftir, onki fólk búði norðanfyri, uttan eskimoisku veiðimenninir í kuldanum við norðara Pólin. Tú heldur ikki leiðina norðureftir, ætlar tú at liva av landbúnaði á okkara leiðum. Tí eru hesi fólkini rýmd undan trega, svongd ella harðræði - alternativt hava hetta verið sjáldsamir serskøltar, ið hava valt einsemið, tí at kemi´in ikki hóskaði til sosiala samveru.

Hitt klassiska landnámið er í so máta betri nágreinað søguliga. Vit vita at harðræði Haralds Hárfagra í Noregi fekk nógv fólk at flýggja av landinum. Grímur Kamban er ein av teimum, og í Føroyinga søgu fáa vit at vita, at hann er fyrsti maðurin, ið setti búgv í Føroyum. Í litterera løðarsteininum í søguni, fáa vit eisini at vita, at Eyð hin Djúphugaða fór til Íslands og bar við í Føroyum; her gifti hon burtur Óluvu, dóttir Torsteins Reyða, og síðani kenna tey flestu søguna um mætu ættina hjá Gøtuskeggjum, hvørs avrik er skrivað, yrkt og kvøðið um.

Soleiðis gerst Eysturoyggin onkursvegna basan hjá hesum flóttum, ið rættiliga fótaðu sær í oyggjunum. Funningsfólk ivast ikki í, at Grímur setti fótin á land á fyrsta sinni júst her, sum vit nú standa. Ongin hevur higartil hættað sær at ganga ímóti hesum uppáhaldi, tí verður hetta sannleikin, hagartil tað øvuta verður prógvað. Og tað hendir ongantíð. Navnið á bygdini bendir eisini tann vegin. Tað kemur av “fundi” – at finna – her funnu landnámsmenn land. Kamban-navnið er av keltiskum uppruna, tí kann tað væl vera, at Grímur Kamban gjørdi ein avstingara til onkra av oyggjunum sunnanfyri – Hetland, Orknoyar ella Hebridurnar – áðrenn hann lendi og bleiv verandi í Føroyum. Í Funningi.

Og Funningur var eitt gott val. Firðirnir í Føroyum gjørdust ikki áhugaverdir, fyrrenn fiskivinnan hevði avloyst landbúnaðin sum meginundirstøða í landsins búskapi, tað ráddi um at plasera seg so nær fiskimiðunum sum gjørligt, soleingi útróður og fiskivinna suppleraðu høvuðsvinnuna – landbúnaðin – hetta var tíðin fyri, at motororka gjørdi innrás í oyggjunum. Tað ráddi um stytstu leið við árarnar. Funningur er kortini í eini serstøðu, bygdin liggur gamaní við ein fjørð, men samstundis so nær Norðhavinum og fiskameinginum norðanfyri, at logistikkurin, ið skuldi røkjast við vøddum, vilja og treiskni, ikki var ein trupulleiki. Staðsetingin innanvert Funningsmúla og Líðina, vard ímóti opnum havi av hinum fjarðalandinum - og ikki minst Kalsoynni eystanfyri. Ikki minst av Kallinum, ið stendur sum ein kastali og verja, í skiftandi litbrigdum eitt tað flottasta natúrfenomenið í øllum heiminum.

Tað plagar at verða tikið til, at eitt mannalív bara er sum eitt lítið ljósblunk í hinum stóra kosmiska ljóshavinum. Vit, sum eru komin nakað til árs, kenna tað ikki soleiðis. Tað er hent so ófatiliga nógv í hesum landinum síðani stríðsárini – í framtøku á øllum mótum og í vælferð – at broytingarnar eru størri enn hjá fleiri ættarliðum frammanundan hesum.

Funningur er ímillum tær fyrstu bygdirnar, eg visti nakað um. Var trý ára gamal piltur tá - í Grógv í Syðrugøtu. Abbi mín hevði handil, ráfiskakjallara og benzinsølu og omma mín fekk konur at tøta skipstroyggjur fyri seg kring um alt landið. Í kjallara hennara sótu støðugt eini 8-10 konur og kliktu við stokkunum. Tað angaði av arbeiðssemi og góðum hugi. Tað skuldi gott fólk til, fyri at halda hesum gangandi. Ein teirra, sum kom í handilin at virka og ekspedera, var Marjun Jóanesarson úr Funningi. Hon var bara seytjan ár tá, og fyri fyrstu ferð síðani havi eg hitt og spjallað við hana ídag, væl meiri enn eina hálva øld seinri. Hetta hevur verið veturin 58/59, at hon var í Gøtu, tí sviin Sten Nordenskiöld var í Føroyum um tað mundið og tók upp føroyskan dans. Niels Juel Arge var við honum í Gøtu, og haðani stava nakrar av eldru upptøkunum av føroyskum dansi í Útvarpinum. M.a. “Fisken tager sin føde i vand”, sum Pól morbróðir skipaði. Dansað var í roykstovuni Niðri við Hús – á Húsgarði – og tá var gott at hava Marjuna við, sum var væl kálvfødd og hevði fingið kvæðamentanina inn við móðurmjólkini her norðuri í Funningi.

Nakað eftir tað bleiv vegurin knýttur saman ímillum Fjarða. Ímillum Funningsfjørð og Skálafjørðin. Hetta var ein somikið stórur dagur, at vit gjørdu útferð úr Syðrugøtu fyri at síggja hetta undurverkið, at tað nú var akandi við bili allan tann langa vegin til Funningsfjarðar. Myndugleikarnir hava helst hildið tað verið skilabetri at fara úr Funningi norðureftir við vegnum, teinurin suðuryvir er drúgvur í vegagerð, men táið Gjógv eisini skuldi hava vegasamband, so lá tað meiri til høgrabeinið at fara tann vegin og Brattin – kempan Arne Brattaberg - bleiv sendur niðan í brattan at pløga seg ígjøgnum fjallasíðurnar, og tað má sigast at vera eitt megnarverk hesir menn hava gjørt, og eg ivist í, um nakar hevði farið í holt við hetta í okkara cost-benefit tíðum. Kanska størsti hugsjónarmaðurin í Føroyum í okkara tíð, Mikkjal Helmsdal, um nakar, visti, hvat skuldi til fyri at styrkja undirstøðuna, bæði so og so, í Føroyum, tað var at knýta allar búsetingarnar í landinum saman. Tað er nú komið somikið væl áleiðis, at bundið verður fast undir havbotninum, har sum koyrandi er frammanundan, og lív fólksins hevur ikki verið frægari enn tað sama.

Seinri fann eg útav, at eg havi, kanska rættari havi havt, familierar relatiónir til Funnings. Í mínum føri gongur leiðin úr Funningi umvegis Kunoyarbygd til Syðrugøtu, har langomma mín Kunoyar Jóhanna giftist við langabba mínum Pól Kristoffuri Poulsen. Tey settu seg niður í Úti Guttastovu – ímillum áirnar. Hon var av hinum gitna Pílta slagnum. Dóttir Sámal. Nakrir grundarsteinar síggjast framvegis niðan við ánni her í bygdini, omanfyri brúnna, har sum húsini stóðu.

Tað eru fleiri søguvariantar, táið tað snýr seg um Píltarnar, men tann sum hevur fingið tey treystastu beinini at ganga á hesi seinastu árini er, at hendan slektin er undan einum íra, sum við einum skipi strandaði á Munkinum – Sumbiarsteini - fyri mongum Harrans árum síðani. Teir komu uppá Munkin, men hesin ættfaðirin var hin einasti sum yvirlivdi. Hinir megnaðu ikki at standa ímóti sjóroki, sjóvarilsku og kavaroki á sama hátt, og fóru heim til Harran umvegis eina váta grøv. Ættfaðirin var illa á holdum komin, táið sumbingar tóku hann av Munkinum, men lív og kropsvarmi fekst kortini í hann aftur, eftir at hann, eftir eina drúgva legu, hevði ligið undir váðini í einari rekkju, hjá einum konufólki, sum skuldi tað vísa seg, ikki bara hevði verið varmadunkur allar hesar tímarnar, sum hitin gjøtlaði uppeftir, tí stutt eftir var staðfest, at hendan kvinnan var við barn. Tí standi eg her, gekk tað øðrvísi við at tiðna hendan íran uppaftur, var tað onkur annar sum stóð her, soleiðis hevði Franz Kafka helst orðað seg.

Søgan endar ikki her. Spurnartekn varð sett við likamsliga harðbalni hjá hesum eina yvirlivandi íranum. Funnið var fram til, at hann var ættaður frá Yamana-indiánarunum heilt har suðuri í Eldlandinum – í Tierra del Fuego – í Argentina. Europearar høvdu tikið hann við sær aftur hendanvegin, og av einum skipbroti gjørdist hann upphavið hjá eini lutfalsliga stórari slekt í Føroyum.

Sagt verður, at m.a. Yamana-indiánararnir komu úr norðara partinum av Ásiu fyri áleið 40 túsund árum síðani. Teir høvdu búleikað sum veiðimenn í Eldlandinum í 10 túsund ár, táið europeiskir missionerar komu framá teir. Vanlukkuliga vórðu teir saman við kristnanini hertiknir av europeiskum sjúkum, sum teir ikki toldu, tí er hendan stamman ikki til longur. Hon finst bara í Føroyum, og Funningur er onkursvegna snúningspunktið og kjarnan hjá teimum, sum eru eftir av Yamana-indiánarunum. I 1832 var Charles Darwin í Tierra del Fuego økinum, og hann helt fyri, at hetta var tað mest vesala fólkaslagið hann nakrantíð hevði sæð. Teir gingu spillnaknir í øllum kuldanum har suðuri við Antarktis leiðina, og livdu sum nomadar á støðugari veiðiferð. Hagar gongur strongurin til tað heita og villa blóðið, harðbalni og tey skráu skeivu og brúnu eyguni hjá Píltaslagnum, sum breiddi seg um tað ganska land út frá Funningi.

“Kvirr og lítillát liggur bygdin har niðri við sjógvin, niðri undir alháum fjøllum. Tað er sum, at hon boyggir seg fyrir sterkum mættum, sum hon onki megnar í móti. Menn eru ígjøgnum tíðirnar farnir hógværliga fram. Bygdin veit, at allur mannligur máttur er onki, megnar onki, aftur í móti teimum sterku náttúrukreftunum. Teir hava tigandi boygt seg fyrir hinum sterkara.” Soleiðis tekur Viderø til, og hann heldur fram, og endurgevur Sørensen prest og próst á Nesi fyri at hava sagt, at tað mest tignarliga og hugtakandi hann mintist aftur á, eftir at hann var farin niðuraftur at vera, pensióneraður, var kirkjan í Funningi full av funningsmonnum og monnum frá Gjógv, sum trúliga komu hin langa og tunga veg til kirkju í øllum veðri. Altarsklæðini høvdu teir í heimagjørdum eskjum. Tøguligir og alvarligir fóru teir inn í hús at skifta hosur og skógvar – fastandi – og tigandi gingu teir oman í kirkjuna, har teir sótu og sungu av øllum hjarta og heilum hugi og av allari kraft. Eftir guðstænastu tosaðu teir um útróður, seyð, fugl og veðrið og blíðskapurin var stórur í bygdini.

Tað er gomul søgn, at hann ið átti pott og tráðu, yvirlivdi í Funningi. Seiðabergið er hitt besta, og sagt var, at sjálvt hýsan skuldi koma inn at lendingini ella støðni. Hann, ið kom krøktur aftur, hevði vantandi handalag til veiði. Kann ætla at Tobbasatangi hevur verið gott seiðabergspláss, og ivaleyst hevur onkur Tobias á søgunnar slóð verið drúgvur á klettinum, seiðaberginum, haðani stavar navnið. Skal ikki liggja omaná, at tað flónaði eitt sindur um hjartað, táið eg fyrstu ferð varnaðist hetta heitið.

Funningsfjørður er ímillum størstu og ríkastu firðir í landinum. Hvalvág er inni í firði og industrialiseringin kom við hvalastøðini inni á Skipagjósoyruni. Ivaleyst hevur hetta verið stórhending, nógv fremmant fólk, og helst hevur hetta broytt viðurskiftini hjá fólkinum, sum búleikti kring fjørðin, munandi. Fleiri enn hundrað ár eru farin uppá hespuna síðani. - Fremmant og nýfingið hevur hetta í hvussu er verið, og ein av søgunum frá hesi tíðini er frá tveimum altarsklæddum dreingjum úr Liðanum í Elduvík, sum ein sunnudag vóru farnir at skoða hesa nýggju verksmiðjuna, ella verðina, har teir flensaðu, skóru upp og kókaðu hesi stórdýrini, sum høvdu svomið niðri við havsins djúpu nám. Ein djúp manshøg veit var løgd í gólvið, til frárenslið, og táið teir nærkast henni, halda teir báðir, at hon er fullsett, rokað, av hvítum fínum sandi - og annar ger ikki mætari, enn at hann leypur við báðum beinum út í hendan ókenda konsistensin, sum vísti seg at vera kyksendi heldur enn sandur. Komin á botn og meðan móðan og lýsið fløddu og fjaraðu um ádamseplið og slipsaknútin, skuldi láta úr honum: ”Nei, - stórverðin !”

So livandi sum fjørðurin er, sjóvarfallið røkkur hann allan, er nógv virksemi av ymsum slagi, alt frá fjarðarmunnanum og innar í fjørð. Hummaraveiði, kræklingaaling, taraaling og ikki minst laksaaling. Sagt verður, at Funningsfjørður er ímillum bestu firðir í Føroyum at ala laks í, og tað eru ikki hissini virðir, ið verða hóvað upp úr fjørðinum, sum skroyva væl upp í útflutningstølunum hjá Føroyum.

Nú eru nøkur ár síðani, at Funnings- og Runavíkar kommuna løgdu saman í eina og somu kommunu. Eftir at vegurin var komin út eftir fjørðinum var tað ein skilagóð loysn. Hann gjørdist eitt paradigmuskifti. Áðrenn vegasambandið lógu bygdirnar eystan- og norðanfyri í Eysturoy tættari at Klaksvíkini, farleiðin var sjóvegis. Tað heilt gamla sambandið, afturi í einahandilstíðini, var kortini suðuryvir, úteftir Skálafjørðinum og til Havnar at handla. Vegurin knýtti hetta forna sambandið samanaftur, tí var tað ein skilagóð gerð at leggja kommunurnar saman. Týdningarmikið er eisini, at tú definerar eina kommunu frá útryðjini og inn á miðjuna, ikki øvut, annars røkka politisku armarnir ongantíð út hagar teir eru ætlaðir at røkka. Tá eg varð valdur býráðslimur fyri góðum 4 árum síðani, ynskti eg gerast limur í Funningsnevndini, orsøkina finna tit í tí, sum sagt er frá frammanundan, og tað hevur verið ein fragd at virka saman við teimum trimum Marjuni, Óluvá og Randi.

Ein dagin í fjørsummar vildu teir báðir Jógvan Højsted og Petur Dahl hava meg norður at hyggja eftir Atustovu. Saman við øðrum hava teir fingið Ølvustovu upp at standa aftur, eitt satt bragd, har sum søgnin sigur, at teir fyrstu landnámsmenninir bygdu – á grundunum Heimi í Túni. Roknaði við at hetta fór at vera avgreitt eftir 5-10 minuttum, so eg bað bara konuna seta døgverðapottarnar útá suðuri í Havn. Bráðsinni hjá Píltunum spældi mær eitt puss tann dagin, tí fundurin við teir báðar vardi í einar tríggjar tímar, avrátt varð tann dagin, at kommunan skuldi keypa Atustovu, um undirtøka fekst fyri hesum í býráðnum, og so skuldi fornminnisfelagið her norðuri hava hana undir hond. Komin til Havnar lógu kjøtfrikadellirnar sum kanónkúlur á pannuni, og tað var næstan sum hjá Salla av Hellunum og toftamanninum Heindrikki umborð á Kongshavn. Táið Heindrikk kom aftur av útróðri, í Grønlandi, væl seinri enn ætlað, setti hann seg at skaffa, og sjálvt ikki felliknívurin beit á kjøtfrikadellunum. Tá Salle spurdi hvussu tað smaðkaði, svaraði toftamaðurin: ”Hevði Hitler átt hesar undir krígnum, so hevði tað verið lag á manni hjá honum at vunnið kríggið ímóti teimum sameindu.”

Tá Bjørg hjá Andor Sivertsen, funningskona í Vestmanna, damptromlan í hesum málinum, fyrstu ferðina setti seg í samband við meg, um hetta tiltakið, sá eg ikki fyri mær, at bygdin fór at síggja soleiðis út í dag, við tí velduga áhuganum, sum hevur verið fyri hesum. Árenningarnar hava verið øgiligar, og Funningur hevur átt fyrstu raðfesting síðani. Bøtt er um skúlan. Verkfrøðingar, handverkarar og borgarstjóri hava í fleiri syftum verið her norðuri, ein skilagóður máti at fáa bøtt um ymiskt, sum annars helst hevði ligið á láni. Nú bíða vit bara eftir at skúlagarðurin verður hampaður og graslíki verður lagt á partar av honum. Í spølni nevndi eg einaferð fyri skyldmanninum, gitna graslíkismanninum og hálva funningsmanninum Osvaldi, at kanska hann kom við einum vølli, afturfyri skuldu vit rópa vøllin fyri Osvald Simonsen Arena. Hann er oldurommusonur hesa gentuna úr Funningi, sum giftist til Kunoyar og svall so illa í hondini, at Osvald Madsen, lækni í Klaksvík, sagaði hondina av henni. Hon var fyrsta fólk í Føroyum, sum var doyvd, bedøvað, fyri at linna um pínuna, meðan læknagerningurin stóð uppá. Ólukkutíð vaknaði hon meðan sagað var, Madsen var komin á hálva leið, men hon ynskti ikki meiri doyving, vildi heldur útstanda pínuna, tað var næstan sum hjá Mósesi, ið heldur valdi at tola alt ilt saman við Guðs fólki enn at hava eina syndanjóting í Egyptalandi. Hann bar sjálvur hin størsta saknin. Langabbi Osvalds og Jákup Símun, hesin seinri sigst hava verið í stoytinum í røðusnildi niðri á støðni í gjárkvøldið, varð uppkallaður eftir manninum við sagini, - Osvaldi Madsen, lækna.

Tíðirnar broytast og vit broytast við. Vit eru vorðin ein ítøkiligur partur av verðini, sum Liðadreingirnir spáddu um á Hvalastøðini inni við Skipagjósoyruna fyri meiri enn hundrað árum síðani. Funningur er eftirhondini í miðjum landi, tí yvirlivur hon, og tað er ógvliga týdningarmikið at bygdirnar hóra undan. Øll hesi ymsu frábrigdini hjá fólki og bygdum, serliga á mentanarliga og málsliga mótinum, ger tað meiri vert at liva og búgva í Føroyum, heldur enn nakrar aðrar staðir í heimi.

Tíðirnar eru sjálvandi broyttar síðani Sjúrður einsamallur í húsi gavst at tváa sær. Sum Viderø tekur til: ”Hann tímdi ikki at tváa sær, sagdi tað vera til einkis, har sum hann hvaðna skjótari óhreinsaðist aftur. Havdi hann etið snik, fór hann út fyrir dyr og turkaði hendurnar upp í lágu grastekjuna, og havdi hann sopið súpan, terdi hann skeggið upp í takskeggið. Hann saltaði grind og spik í roykstovuni og tók rekkjuváðina til viks og læt hønurnar leggja seg upp í lokrekkjuna at verpa. – Eitt sinn hann fór burtur í torv, fekk hann sær dríl og smjørklíning upp í húgvuna; men smjørið bráðnaði. Hann streyk sær um ennið og mælti fyrir munni sær: ”Hetta er undarligur sveitti.””

Nú er alt tann bera tváan – ongin sveitti. Pizzaflakarnir og amerikanska djunkføðin hava loyst av tvøstið og spikið og eggini. Og tað vantar bara, at onkur uppfinnur eina snildfon ella ein IPad, sum eisini megna tað, at tváa fólki um endan, táið tað er neyðugt, tí tað fer helst ongantíð av móta. Og í grundini var Sálamon kongur ikki so langt av leið skotin, táið hann mælti fyri munni: ”Onki er nýtt undir sólini.”

Takk øll somul fyri eitt framúrskarandi tiltak, sum styrkir Funnings-identitetin hjá okkum øllum, ið hava eitthvørt við hesa frægu landnámsbygd at gera.