HEIM
15.05.2013

portofrunavik.fo: Regatta í Runavík 2014

Á hvørjum ári gera gomlu føroysku træseglskipini eina ferð kring um í Føroyum. Skráirnar – ferðaætlaninar - hava verið ymiskar, og skiftandi hevur tað verið, hvar hesi snotuligu skipini hava lagt inn á hesum ferðum. Fyri tveimum árum síðani – í 2011 - løgdu tey inn á Runavík ávegis suðuryvir.

Fyri kortum settu eldsálirnar handan hetta átak seg í samband við Runvíkar havn til tess at vita, um vit høvdu áhuga í at taka ímóti hesum vaksandi flota í 2014. Vit lógu ikki á boðunum, og síðani hevur fyrsti fyrireikingarfundurin verið á Havnarskrivstovuni í Runavík, har lokala Kunningarstovan eisini luttók, táið hon kemur at vera ein aktivur leikari í fyrireikingini, skal hetta hepnast so væl sum gjørligt.

Fyribils er avrátt, at gomlu træseglskipini koma á Runavík leygardagin 5. juli 2014, og ætlanin er, at tey verða liggjandi til dagin eftir. Ein leygardagur gevur fleiri møguleikar í fyrireikingini enn møguleiki var fyri seinast, táið skipini vitjaðu ein yrkadag. Í góðum samskifti við Regatta-menninar eru vit longu farin undir at gera okkum út til at fáa eitt minnisvert vikuskifti á bryggjuøkinum í Runavík um eitt gott ár.

Á myndini: Herbjørg Jøkladal, Kunningarstovan, og hugagóðu gestirnir Jens Marius Poulsen, Hans Eli Hansen og Birgir Enni. Allir væl kendir menn í Føroyum.