HEIM
17.07.2007

Portalurin: Útjavning kann skjótt gerast veruleiki

17. jul 2007, 12:31

Eitt uppskot um at javna skattainntøkurnar yvir allar kommunurnar liggur klárt í kommunutilmælinum. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt í øllum Norðanlondum, sigur Hilmar Høgenni í Innlendismálaráðnum

Nú tosið hevur verið frammi um eina sonevnda útjavningarskipan av skattaapeninginum millum kommunurnar, gevur borgarstjórin í Havn ilt av sær. Hann sigur seg umhugsa, at krevja skatt frá teimum avbygdafólkum, sum arbeiða í Havn
Fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss, hevur annars givið til kennar sína hugsan um málið á fundi við kommunufelagsskapirnar, og hann rør heilt greitt framundir at fáa sett eina javningarskipan í verk millum kommunurnar.
Og ein slík skipan liggur sum so klár, tí kommununevndin, sum gjørdi álit um nýggjan kommunubygnað, hevur eisini viðgjørt hetta málið. Ein slík skipan gongur í stuttum út upp á at javna kommunuskattin út frá tveimum sjónarmiðum, inntøkugrundarlagi hjá kommununum og útreiðslutørvin.
Út frá hesum báðum skal so ein javning fara fram, roknað út eftir íbúgvaratalinum í kommununi. Vístu dømini ganga út frá »ideella« talinum á kommunum, nevniliga sjey. Men sjálvandi ber til at javna eisini um talið er størri enn so.
Men dentur verður lagdur á, at skulu kommunurnar hava neyðugu fíggjarligu orkuna at veita øllum borgarum somu tænastuna, er eisini neyðugt við ávísum íbúgvaragrundarlagi í ymsu kommunnunum.
Hetta er annars ein skipan, sum verður nýtt í øllum okkara grannalondum, hóast skipanin er ymisk frá landi til land. Í summum londum er tað landið, sum krevur inn allan skatt fyri síðani at býta hann út aftur á kommunurnar eftir ávísum leisti.
Í Danmark er støðan so hon, at eisini ein blokkstuðulsskipan er inni í myndini, men trupulleikin við tí er, at skipanin gerst so torskilt, at næstan eingin skilir hana. Og tað er eisini ein trupulleiki við donsku skipanini, vísir Hilmar Høgenni á.

© Leo Poulsen - Sosialurin