HEIM
29.09.2008

Portalurin: Thor møguliga byggja tvey nýggj skip á Skála

So mikið væl hevur gingið við teimum báðum fyrstu frálandaskipunum, sum Thor hevur latið byggja á Skála, at leiðslan í felagnum í løtuni kannar fíggingarmøguleikarnar fyri at byggja tvey skip aftrat av sama slag.

Hetta sigur stjórin í felagnum, Hans Andreas Joensen, nú seinna skipið varð navngivið í Assens seinnapartin leygardagin. Skipið fekk navnið Thor Omega. Fyrra skipið er Thor Alfa.