HEIM
16.10.2007

Portalurin: Tey hittast til veitslu á Sjókaféini

16. okt 2007, 14:50
Mynd: - Vit vóru sum ein stór familja í Føroyingahavnini, sigur Ólavur í Mittúni

Leygarkvøldið 3. november verður veitsla í Sjókaféini í Runavík, har fólk, sum arbeiddu í Føroyingahavnini og róðu út har yviri, fara at hugna sær saman

Ólavur í Mittúni, sum í fleiri ár var leiðari á Sjómansheiminum í Føroyingahavnini, hevur saman við tveimum av táverandi starvsfólkum sínum, Sólvá Bolstad og Sólborg Joensen, tikið stig til tiltakið, sum verður í Sjókaféini.
Hann sigur, at tiltakið er ætlað øllum, sum hava virkað í Føroyingahavnini, bæði á landi og sjógvi.
- Vit skipa fyri hesum tiltaki fyri at geva fólki, sum vóru í Grønlandi hesi árini, høvi at hittast til prát og hugna.
Hann sigur, at tríggir rættir verða á skránni hetta kvøldið, og eisini verða myndir sýndar frá teirri gomlu tíðini í Føroyingahavnini, eins og nýggjar myndir, sum lýsa umhvørvið har yviri í dag, eru á skránni.
Ólavur í Mittúni var eisini í Føroyingahavnini, tá virksemið har yviri var í hæddini í 1968.
- Eg vil siga, at vit, sum arbeiddu har yviri og búleikaðust har gjøgnum summarið, vóru sum ein stór familja. Nú vóna vit at hitta mong av hesum fólkum aftur, sigur hann.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin