HEIM
03.10.2007

Portalurin: Supply-skip við útgerð til oljuleiting

03. okt 2007, 12:27
Mynd: Vilmund Jacobsen. Supply-skipið Norman Aurora er 86 metrar langt

Í vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply-skip ligið við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, har tey hava skipað ymiskan farm upp, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring undir Føroyum

Fyrra skipið var Highland Champion, sum er úr Aberdeen, og nú í morgun kom Normand Aurora, sum er úr Skudenshavn í Suðurnoregi.
Highland Champion, sum longu er farin avstað aftur, er 79 metrar langur, meðan Normand Aurora er heilar 86 metrar langur.
Tað eru bretar, sum í høvuðsheitum manna bretska skipið, meðan serliga norðmenn manna norska skipið.
Ein føroyingur er 1. meistari umborð á Normand Aurora. Tað er vágbingurin Torbjørn Bæk, ið er sonur Bjarna Bæk, prest.
Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Saltangará, sigur, at bæði skipini eru komin higar við ymiskari útgerð, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring.
- Skipini koma við rørum og bingjum við ymiskari útgerð, og Normand Aurora hevur eisini nakað av vætu, sum verður nýtt til boringina. Vætan verður tikin niðan í tangarnar, sum ASB hevur á bryggjuni. Hetta er í stuttum alt oljuútgerð, sigur stjórin.
Eli Lassen sigur, at hesi bæði skipini neyvan verða tey seinastu, sum koma til Føroya við oljuútgerð, áðrenn boringin fer í gongd seinni í heyst.
- Alt hetta er liður í fyrireikingunum til leitiboringina, leggur stjórin aftrat.
Í løtuni dugir Eli Lassen ikki at siga ítøkiliga, nær borurin verður settur í føroyska landgrunnin.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin