HEIM
20.03.2007

Portalurin: Skála Skipasmiðja fær nýggja beding

20. mar 2007, 13:44
Alt arbeiði á bedingini liggur stilt
Nú arbeitt verður við at byggja nýggja beding á Skála Skipasmiðju, verða hvørki skip ella bátar tikin upp. Í dokkini er virksemi, og í dag fara tveir ísfiskatrolarar í dokkina

Ísfiskatrolararnir, Smargd og Safir, eru í morgun komnir á Skála, har teir skulu í dokk. Skipini skulu hava vanligt botnsýn, sinkini skulu skiftast, og botnurin skal málast.

Á Skála Skipasmiðju leggja teir í løtuni eisini seinastu hond á gearið umborð á rækjutrolaranum Fríborg. Á bedingini er einki arbeiði í løtuni, tí her verður meginparturin skiftur út, áðrenn hon verður tikin í nýtslu aftur. Nýggja bedingin á Skála fer at kosta einar 20 miljónir krónur.

© Vilmund Jacobsen - Sosialurin