HEIM
16.03.2007

Portalurin: Sangur og tónleikur í Elduvík

Komandi sunnudag kl. 12:00 verður forkunnug guðstænasta í Elduvíkar kirkju. Talan er um barnakórið Dopar hjá Tórshavnar Musikkskúla, ið verður ein partur av guðstænastuni

Barnakórið Dropar er eitt kór við á leið 25 gentum og dreingjum í 11-14 ára aldri, sum nú í skjótt fýra ár hava sungið saman og ment seg til eitt gott og væl samansjóðað kór við einum breiðum sang úrvali.
Saman við kórinum eru eisini fimm ungir tónleikarar, sum spæla guitar, bass, trummur og keyboard. Leiðari á kórinum er Sigrið Simonsen, sum afturat sær hevur Bárður Reinert Poulsen at standa fyri tónleikinum.
Dropar skulu í vár á ferð til Århus at vitja eitt barnakór, og saman við danska kórinum skulu tey hava nakrar konsertir í Århus og har á leið.
Sum fyrireiking til Danmarkartúrin skulu tey á venjingarlegu í Elduvík nú um vikuskiftið. Vant verður allan leygardagin, og sunnudagin kl. 12 verður kórið og tónleikararnir altso ein berandi partur av guðstænastuni í Elduvikar kirkju.
Guðstænastan verður skipað sum ein sang- og tónleikaguðstænasta, har kórið og tónleikararnir fara at spæla og syngja nakað av tí, tey hava vant á venjingarleguni. Somuleiðis fara børnini eisini at hava upplestur. Sostatt verður guðstænastan ein forkunnug guðstænasta við lívgandi barnarøddum og tónleiki. Øll eru sjálvandi vælkomin til guðstænastuna í Elduvíkar kirkju sunnudagin, har Uni Næs prestur prædikar.

© Kári Mikkelsen - Sosialurin